Skriva út

Altjóða Kvinnubønardagur

25.02.2013 Tíðindi
Altjóða Kvinnubønardagur

Fríggjadagin 1.mars verður Altjóða Kvinnubønardagur hildin kring allan heim. Hetta er eitt felagskristiligt tiltak, har kvinnur úr 170 ymiskum londum og úr ymiskum samkomum og kirkjum koma saman í bøn.

Eisini í Føroyum verður dagurin hildin 1.mars klokkan 19.30 á hesum støðum: Evangeliiðhúsinum í Havn, Christianskirkjuni í Klaksvík, missiónshúsinum í Vestmanna og í missiónshúsinum í Vági.

Í ár hava kvinnurnar í Frankaríki lagt skránna til rættis og evnið á degnum er: ”Eg var fremmandur, og tit tóku ímóti mær”. Tiltakið er ókeypis og allar kvinnur eru hjartaliga vælkomnar.