Skriva út
Altartalvan liðug – almenn løta mánadagin
31.05.2013 Tíðindi
Komandi mánadag, 3. juni, kl. 17, verður møguleiki hjá almenninginum at fáa seinastu frágreiðing um arbeiðið við altartalvuni.
Nú altartalvan er komin upp aftur at hanga og nærum alt arbeiðið er liðugt, verður skipað fyri einari løtu fyri almenninginum, har greitt verður frá konserveringsarbeiðinum.
Hetta verður gjørt mánadagin komandi, meðan arbeiðsgólvið enn er uppi, so greitt kann verða frá bæði niðri í kórinum og uppi á arbeiðsgólvinum.
Arbeiðsgólvið verður tikið niður dagin eftir.
Sigast má, at vit, við hesum arbeiðinum, hava fingið reinsað, javnað út og bøtt um tann skaða, sum er hendur við málninginum, síðani hann av fyrstan tíð varð málaður á veggin í dómkirkjuni í Viborg.
Vit í kirkjuni vilja tí nú fyri seinastu ferð í endurbøtingartíðarskeiðinum veita almenninginum høvi til at koma í kirkjuna komandi mánadag at hyggja at altartalvuni og fáa frágreiðing um tað seinasta, ið er gjørt.
Øll eru vælkomin.
Kirkjuráðið í Christianskirkjuni.
Onnur tíðindi