Skriva út

Altartalvan í Christianskirkjuni.

11.12.2012 Tíðindi
Altartalvan í Christianskirkjuni.

Høvið at hyggja at konserveringsarbeiðinum mikukvøldið.

Mikukvøldið 12. desember, kl. 19.30, verður aftur høvi hjá almenninginum at hyggja at altartalvuni í Christianskirkjuni.

Nú er tann ovari parturin av málninginum tikin av rammuni, og er tí arbeiðið komið eitt stig víðari.

Tí verður aftur opið í kirkjuni fyri almenninginum, so fólk kunnu koma at hyggja at og fáa frágreiðing frá konservatorunum hvussu arbeitt verður, hvat er funnið fram um málningin við at kanna smálutirnar, og hvussu víðari verður gjørt undir konserveringini.
Mikukvøldið 12 desember, kl. 19.30.

Kirkjuráðið í Christianskirkjuni