Skriva út

Altarstakin lýsti aftur á Kirkju

31.05.2013 Tíðindi
Altarstakin lýsti aftur á Kirkju

»Tað er ein tvífald gleði, bæði at henda nýggja kirkjan er bygd og at hon stendur á somu grund sum hin gamla. Eitt sárt hundrað ára minni er soleiðis umskapað til eina gleðiliga minnishátíð.« Soleiðis málbar Jákup Dahl, próstur, seg í prædiku, tá kirkjan á Kirkju varð vígd í 1933. Tá vóru liðin hundrað ár síðan kirkjan varð flutt til Hattarvíkar. Altarstakin lýsti nú aftur á Kirkju. Tað eru í hesum døgum liðin 80 ár síðan

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Mangar staðir í Føroyum eru staðarnøvn, ið benda á halgigerðir ella gudsdýrkan; t.d. Kyrjasteinar og Kyrjarheygar, Vígdáir og Salvaráir o.s.fr. Men so hava vit onnur, har fyrri navnliðurin er »kirkju-« ella »bønhús-«, og sum vísa til gudshúsið, har fólkið savnaðist til ákallan og bøn.

Her skulu bert nevnast nøkur dømi við navnliðinum »kirkju-«.
Millum Gjógv og Funning: Kirkjusteinur. Í Kvívík: Kirkjuteigur. Í Hesti: Kirkjujørð. Í Nólsoy: Kirkjutangi. Í Skálavík: Kirkjugerði. Í Fámjin: Kirkjuvatn. Í Vági: Kirkjuklettur.

Søgan um Kirkjustein millum Funning og Gjógv er tann, at áðrenn kirkja kom við Gjógv, var sóknarkirkjan hjá gjáarfólkum í Funningi. Men tung var gøtan hjá eldri fólkum, so tá messa var í Funningi, fóru eldri, illa gongd gjáarfólk ikki longri enn til Kirkjustein og boygdu síni knø í bøn til Harrans. Frá Kirkjusteini sást oman til Funnings og kirkjuna har.

Í Hesti er Kirkjujørð olmussujørð – givin kirkjuni – og hevur samband við Kirkjubáruna í fjørðinum skamt norðan fyri bygdina, har hestsbátur einaferð í gomlum døgum mundi gingið burtur í sjóvarilsku.

Á Kirkjuteigi í Kvívík eru kirkjan og prestagarðurin. Á Kirkjutanga í Nólsoy er kirkjan. Og á Kirkjukletti í Vági stóðu gomlu kirkjurnar.

Vit hava eisini býlingar, ið hava samband við kirkjuna á staðnum. Í Miðvági: Við Kirkjar. Í Fámjin: Oman Kirkju.

Men einans tvær bygdir bera kirkjunavn – Kirkja í Fugloy og Kirkjubøur í Streymoy. Tað er við hesa fyrru, vit her skulu dvølja, tí týsdagin 28. mai vóru liðin áttati ár síðan verandi kirkja í bygdini varð vígd.

Kirkjubólstaður fyrndarnavn?

At hesar nevndu bygdir hava verið bygdar áðrenn kristnitøkuna um ár 1000, man einki vera at taka seg aftur í og munnu tíðliga í norrønu landnámstíðini hava havt onnur nøvn, sum eru trokað burtur.

At kirkjunavnið er fest við Kirkjubø hevur sína eyðsýndu orsøk í, at her var meginstaður kirkju okkara í miðøld við biskupssæti. Og her eru fleiri kirkjugrundir. Umframt Ólavskirkju, sum er sóknarkirkja, eru eisini Magnusarkirkja (Múrurin) og Mariukirkja (Líkhús).
Men hvat er hent í Fugloy?

Í Hundabrævinum – skrivað stutt fyri ár 1400 – verður nevnt, at tveir skulu hundarnir vera í Fugloy – hvør á sínum »bøi«. Tað er eyðsæð, at »bøur« her merkir bygd, men hví verða bygdirnar ikki nevndar við navni, tá ið allar aðrar bygdir eru tað?

Onnur bygdin, Hattarvík, hevur uttan iva altíð itið Hattarvík, meira ivasamt er navnið Kirkja. Bygdin hevur fingið navn eftir kirkjuni, ið har varð bygd. Men hvussu æt bygdin, áðrenn kirkjan kom og gav henni nýtt navn. Í verkinum »Tey byggja land« (I: Fugloyar sókn) gevur J. Símun Hansen (1912-1986) hetta boð:

»Ikki minni enn fýra ferðir hoyrdi eg tríggjar menn brúka navnið Kirkjubøstaður um bygdina á Kirkju. Er hetta ‘bø’ tað sama, sum Hundabrævið tosar um, so er líkt til, at bygdin hevur itið Bøur av fyrstan tíð; men tað er meira trúligt, at ‘bøstaður’ er tað sama sum ‘bólstaður’, og at tað gamla navnið á bygdini so er blivið til Kirkjubólstaður eftir at kirkjan var bygd, og síðan stytt til Kirkju.«

Kirkjan á Kirkju

Eingin veit at siga, nær fyrsta kirkjan varð bygd í Fugloy. Báðar bygdirnar í Fugloy eru nevndar í søguni um floksmenninar, ið vera hildnir at hava livað í fjúrtandu øld – eftir sóttina svørtu, ið hevði oytt so nógv av fólkinum her. Í hesi somu søgu verður kirkjan á Kirkju nevnd. Í søguni, sum Fríðrikur Petersen (1853-1917), próstur, hevur skrivað upp, er hetta brotið:

»Tá ið floksmenninir fýra komu heim aftur úr Havn, royndu teir at leggja undir seg alla Fugloy. Í Fugloy eru ikki meir enn tvær bygdir. Hattarvík, har floksmenninir búðu, og Kirkja, sum so var kallað, av tí at kirkja var bygd har. Teir fóru tá alvápnaðir til Kirkju, men har hildu tey vakt, og tá ið tey sóu floksmenninar, flýddu tey sum skjótast inn í kirkjuna, tí kirkjan var vígdur halgidómur, so at ikki hin versti ránsmaður tordi at bróta frið har.«

Á Kirkju hevur so kirkja verið uttan slit til 1833. Ikki vita vit, hvussu kirkjan hevur sæð út fyrr enn Fríðrikur kongur fjórði í 1709 sendir eina nevnd til Føroya at gera upp støðuna í oyggjunum, nú Gabel ikki longur hevði tær í len.

Fugloyar kirkja var tá 13½ alin long. Burtur av longdini fór kórið við 4 alin og 8 tummum. Breiddin var 6½ alin og 5 tummar. Hæddin 6 alin og 1 tummi. Mannfólkamegin vóru 9 stólar og konufólkamegin 8 stólar og prædikustólurin. Yvir altarinum vóru tvey vindeygu. Annars var inni í kirkjuni ein skriftastólur, kalikur og diskur av tini, messuakul, skjúrta og altardúkur, tveir ljósastakar úr messing. Uttan vóru veggirnir laðaðir av gróti, men innan var bróstað. Takt var við hálmi. Torn var einki og heldur eingin klokka, men eitt lítið vápinhús.

Ikki vóru inntøkurnar stórar, sum henda kirkjan hevði. Tey bestu árini upp í 15 gyllin og 19 skinn, tey ringastu 3 gyllin og 6 skinn. Útreiðslurnar vóru árliga settar til 6 gyllin og 10 skinn.
Kirkjurnar, sum bygdar vóru av gróti og flagi og hálmtekju hava ikki havt langa livitíð. Og tekjan skuldi røkjast væl, skuldi hon halda.

Um 1820 vita vit, at kirkjan hevur verið í ringum standi og hevði umfatandi ábøtur fyri neyðini.
Sagt verður, at stólarnir einki bak høvdu, men á endunum útskorið stólarhøvd. Millum kórið og skipið var eisini útskorið træverk.

Undir stólunum var steinsett gólv, men eftir miðjuni trægólv.

Hattarvík gerst kirkjubygd

Í 1818 gekk eitt áttamannafar av Kirkju burtur úti fyri bygdini. Bert ein maður varð bjargaður, og hann var einasta tilkomna mannfólk í bygdini. Hendan bátsvanlukkan tók stuðlarnar undan bygdini, og hon kom ikki fyri seg aftur í bræði. Hetta var orsøkin til, at kirkjan varð flutt til Hattarvíkar í 1832.

Í hesi neyðartíð trongir kirkjan á Kirkju til umvælingar, og tað er ov tungt tak at fara undir, nú bygdin var so niðurundirkomin. Allur viðurin mátti førast úr Havn. Sagt verður, at ein húskallur í Hattarvík var ikki færri enn átjan ferðir í Havn eftir viði tað summarið, kirkja varð bygd í Hattarvík.
Í hundrað ár var kirkjan í Hattarvík einasta kirkja í Fugloy. Veturin 1932/33 verður farið undir at byggja kirkju aftur á Kirkju. Hon var bygd á gomlu grundini.

Sjáldsom gravstøð

Til 1834 var kirkjugarðurin á Kirkju einasta kenda gravstað í Fugloy.
Um aldaskiftið 1900 tykist kirkjugarðurin at vera fullur og avgjørt var so at rudda hann, tí grót var allar staðir undir svørðinum. Men tá grivið varð omanav, komu menn niður á hellur, sum lógu oman á gravkømrum; summi eitt sindur niðursmokkað. Tey vendu eystur og vestur, men tekin til beinleivdir vóru eingi.

Í tveimum kømrum vóru lutir, ið líktust rennli, annar heilur – hevði hol í miðjuni og o.u. ¼ tumma tjúkkur. Hin rennilin var klovin, men hol hevði verið í miðjuni.

Seinni er komið niður á annað slíkt gravkamar.

Ein snøgg og hugnalig kirkja

Hundrað ár eftir at altarstakin varð fluttur av Kirkju lýsti hann aftur í bygdini 28. mai 1933. Henda dagin vígdi Jákup Dahl, próstur, nýggju kirkjuna.

Um kirkjuvígsluna hevði Zacharias Sørensen (1894-1972), lærari, frásøgn í Kirkjutíðindum í juni 1933. Zacharias Sørensen var ættaður av Kirkju, men hevði lærarastarv í Havn. Í greinini »Til kirkjuvígslu á Kirkju« sigur hann m.a. soleiðis frá:

– Tað eru um trý korter at ganga millum bygdirnar, men reiðiliga illgongt, og um veturin ofta ógongt. Av hesi orsøk hava fólk á Kirkju ikki gingið til Hattarvíkar í kirkju, uttan tá ið prestur var, men hava komið saman til lestur har í bygdini hvønn sunnudag; síðan skúlin var bygdur í honum.

Í teim síðstu árunum hevur saknurin av egnari kirkju kenst sterkari og sterkari, og fyri tveimum árum síðan varð umsókn send til tingið um peningastudning til nýggja kirkju, og – ikki tvey ár seinni – nú stendur ein v í g d kirkja aftur á tí gomlu kirkjugrundini, so her hevur verið skjótt atborið og væl undirtikið av øllum pørtum: kirkjufólkinum, løgtingi og kirkjustýri.

Ein av orsøkunum, at kirkjan so skjótt var liðug man ivaleyst vera, at um somu tíð sum søkt var til tingið um studning, var hjáløgd tekning til kirkjuna við kostnaðarætlan. – –
Louis Zachariassen (1890-1960), verkfrøðingur og telefonverksstjóri, hevði teknað nýggju kirkjuna á Kirkju. Eisini hann var ættaður av Kirkju og annars kendur sum lærari, skald, søgugranskari, løgtingsmaður og landsstýrismaður. Um byggilistarliga arbeiði hansara viðvíkjandi kirkjuni á Kirkju sigur Zacharias Sørensen:

– Louis Zachariassen hevur við hesi kirkju víst, at tað ber væl til eisini á okkara døgum at byggja kirkjur av viði, taktar við nævur og flag. Á Kirkju stendur nú ein snøgg og hugnalig kirkja, sum vónandi kemur at seta mark í føroyskari kirkjubygging; tí uttan at finnast at nøkrum, kann tað sigast, at tær kirkjur, sum bygdar eru hesi síðstu hálvthundrað ár, tykjast heldur kaldligar og lítið hóskandi til landslagið.

Henda nýggja Kirkju kirkja stendur á dupultan hátt á gamlari kirkjugrund; her er alt við – bæði uttan og innan – sum gjørdi tær gomlu, føroysku kirkjurnar so hugnaligar og heimligar. – –

Ein ógloymandi vígsludagur

Um sjálva vígsluna sigur Z. Sørensen:
– Vígsludagurin var ásettur at vera 28. mai, 6. sunnudag eftir páskir, so at allir teir, ið baksast høvdu undir Íslandi kundu vera við til henda merkisdag. Og væl bar á, bert ein skipsmaður úr bygdini var ikki afturkomin. Hetta varð í allar mátar ein merkisdagur og hátíðardagur fyri Kirkju bygd; har hava aldri verið so nógvir prestar, prósturin sjálvur sætti, og aldri so nógv fólk, okkurt um seks hundrað.

Stundir eru, sum ein ikki gloymir, og ein av hesum verður tann, tá ið próstur og amtmaður, fylgdir av prestum og øðrum gestum, í skrúðgongu komu norður gjøgnum túnið á veg oman í kirkju, sum er niðasta húsið í bygdini; eisini hetta bendir aftur á gamlan føroyskan sið.

Kirkjan var til ta ásettu vígslutíð stúgvandi full av fólki, og nógv stóðu úti á kirkjugarðinum. Har var púra stilt, einki fjas og eingin trokan. So hoyrist hitt gamla, men hátíðarmikla lagið frá urguni: Kirkjan, hon er eitt gamalt hús …, og sjáldsama væl ljóðaði sálmasongurin; kanska var tað tí, at nógv av hesum fólki ikki vóru von at bera songin fram á teirra egna tungumáli; ella var tað eisini av teirri orsøk, at tey kendu trongd at bera sína tøkk og gleði fram fyri hann, sum hetta hús varð vígt til, við fulltónandi songi.

Hetta er onnur kirkjan, sum vígd er á føroyskum máli, og tað er gleðiligt, at slíkt kann henda uttan at elva til nakran tvídrátt, tá ið hugsað verður um, hvussu trongar ræsur, føroyskt mál hevði fyri eini 15-20 árum síðan. Grundin til, at so knappliga er komið glið á, er tann, at í hesum máli er gjørt eitt arbeiði í stillum, í trúskapi móti okkara kirkju og okkara fólki; og um hetta arbeiðið ikki var gjørt, hevði støðan verið hin sama enn, at vit bert k r a v d u rætt fyri máli okkara innan kirkjugátt.

Nú er at vóna, at hin hjartaliga gleðin, sum fólk á Kirkju sýndi henda dagin um kirkju teirra, má halda sær, og at hon má vera standandi har leingi til troyst og ugga fyri komandi ættir.

Knýta bond við hitt farna

Jákup Dahl (1878-1944), próstur, vísti í vígsluprædiku síni til Paulus ápostul, sum í einum brævi sínum tekur soleiðis til orða: »Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.« (1. Kor. 3,11). Hesi orð vildi prósturin á vígsludegi kirkjunnar á Kirkju minna á. Hann segði m.a.:

– Vit standa her í dag á g a m l a r i g r u n d. Vit gera tað í bókstaviligum týdningi.
Her hevur fyrr í tíðini staðið kirkja.

Men fyri hundrað árum síðan varð hin seinasta kirkjan her tikin niður, og nýggj kirkja varð bygd í staðin fyri á øðrum staði.

Síðan hevur grundin her ligið. Ja, í grundini hevur hon ligið og b í ð a ð, eins og hin heilaga tempulgrundin í Jerusalem á sinni bíðaði eftir, at eitt nýtt tempul skuldi verða bygt aftur í staðin fyri hitt gamla, sum rivið var niður.

Síðan hevur tað verið ein saknur her í bygdini onga kirkju at hava, og tað hevur verið ein longsul og eitt ynski hjá fólki her eftir einaferð at fáa eina kirkju aftur her. Hetta er ikki soleiðis at fata, at fólkið her í bygdini hevur verið kirkjuleyst. Tey hava havt sóknarkirkju sína, men hon hevur verið í aðrari bygd, og tað er heldur bæði langur og torførur vegur hagar. Og tey eru von her í bygdini sunnudagar at koma saman um Guðs orð, til lesturs; men tað hevur kortini ikki verið tað sama sum kirkja. Her saknaðist nakað.

Tað er tí ein tvífald gleði, bæði at henda nýggja kirkjan er bygd og at hon stendur á somu grund sum hin gamla; og eitt sárt hundrað ára minni er soleiðis umskapað til eina gleðiliga minnishátíð.

Og spyrja tey, hví vit gera hetta, hví vit byggja hetta húsið her á hesum staði, so skal verða svarað eins og teir svaraðu hina ferðina, tá ið teir bygdu templið uppaftur á teirri gomlu tempulgrundini í Jerusalem: Vit eru tænarar hansara, sum er Guð í himli og á jørð, og vit seta upp aftur tað húsið, sum áður var bygt, fyri mongum árum síðan (Esra bók 5,11).

Guð er Guð bæði í himli og á jørð. Hann hevur alt valdið. Hann býr ikki í templum, gjørdum við mannahondum. Honum tørvar ikki heldur hetta hús ella henda stað.

Men vit vilja vera tænarar hansara. Vit vilja, at hesin staður skal vera vígdur og halgaður honum og hansara dýra navni til æru, so at fólk her kunna koma saman at halda gudstænastu.
Vit vilja seta upp aftur tað, sum áður var bygt her. Vit vilja knýta bondini við tað sum farið er.

– – –

Eisini í tí týdningi standa vit í dag á gamlari grund:

Vit vilja hava f e l a g s s k a p við tað, sum fyrr hevur verið.

Vit vilja hava felagsskap við tað, sum áður hevur verið b y g t u p p av tí, sum gott er, ta guðstrúgv, sum fyrr hevur verið virksom og máttmikil, tað kristinlív, sum fyrr hevur verið livað her á landi.

Vit vilja hava felagsskap við tær gomlu Føroyar, sum elskaðu kirkju sína, sum høvdu virðing fyri tí heilaga, sum søktu kraft og ljós og signing í Guðs orði og sum í øllum verkum og í øllum ferðum, bæði burtur og heima, bæði á sjógvi og landi, litu seg til Guðs.

Vit vilja hava felagsskap við tey, sum eisini á hesi oyggj og í hesi bygd ætt eftir ætt í undanfarnum tíðum hava tilbiðið navn Harrans, hava tolin og eyðmjúk nigið niður fyri ásjón hansara og hava leitað til hansara í sorg og gleði, í góðum og ringum tíðum, og fingið hjálp og kraft og trygd og frið hjá honum.

Og vit ynskja, at tann ætt, sum nú livir, og tær, sum aftaná koma, ikki í so máta mega bregða frá teimum, ið undan fóru. Skuldi tað hent, tá hevur ættin mist sín dýrasta lut, sum einki annað kann bøta aftur.

Og vit standa á gamlari grund, tí vit kenna okkum í samfelagi við alla hina kristnu kirkjuna í øllum londum og allar tíðir.

Tað er eingin nýggjur kristindómur, sum her skal verða boðaður, men hin gamli, sum hevur staðið roynd sína og sum altíð verður nýggjur.

Tað er hin gamli gleðiboðskapurin um frelsu í Harranum Jesusi Kristi fyri syndarar, sum altíð er hin sami, men altíð nýggjur og sælur fyri hvønn tann, sum tekur ímóti honum.
Eingin nýggjur og eingin annar grundvøllur skal vera lagdur enn tann, sum lagdur er, og grundvøllurin er Jesus Kristus.

Tað eru gomul ráð at vísa til Jesus og kross hansara sum frelsu fyri menniskju. Og hesi ráð hava roynst væl. Vit vita eingi onnur og betri. Vit nýta tey tí enn við góðari samvitsku og í fullum treysti.

Og vit biðja um, at Guð við heilaga anda sínum má varðveita hesa kirkju, hetta kirkjufólk og okkum øll á hesum grundvølli.

– – –

Altartalvuna í kirkjuni á Kirkju hevur S. J.-Mikines (1906-1979), listarmaður, málað. Myndevnið er: Jesus gongur á vatninum (Matt. 14,25-32).