Skriva út
Altarbókin á netinum
18.02.2013 Tíðindi
Í adventini kom nýggja Altarbókin. Talan er um ein royndarútgávu til fyrru tekstarøð. Fleiri kirkjur hava longu tikið bókina í nýtslu. Tað er kirkjuráðið, ið tekur hesa avgerð í samráð við sóknarprestin.
Millum yngra ættarliðið er tað í løtuni talan um eitt tilvitað liturgiskt rák. Fólkið hevur t.d. lagt til merkis, at alt fleiri litir eru at síggja til hámessurnar. Prestarnir eru ikki einans svartir. Klæðini, altarið og prædikustólurin skiftir lit alt eftir kirkjuárinum.
Litirnir hava eitt symbolskt virði t.d. umboðar tann grøni liturin vøkstur, tann hvíti halgan og reinleika, meðan tann svarti liturin sigur frá sorg og dimmi.
Í adventini 2013 kemur so Altarbókin til seinru tekstarøð.
Tvær nevndir hava hetta arbeiðið um hendi, og í løtuni er álitið hjá tí Seinru Altarbókarnevndini.
Á hesum sinni vóru 300 Altarbøkur útgivnar. Áhugin er munandi størri, og tess vegna leggja vit bókina alment út á netið. Umráðandi er tað, at øll hava møguleikan at lesa bókina og fylgja við í tí, sum hendir.
Altarbókin liggur á heimasíðuni www.folkakirkjan.fo.
JF
Onnur tíðindi