Skriva út

»Alt tað, sum hevur fuglaflog…«

09.10.2014 Tíðindi
»Alt tað, sum hevur fuglaflog…«

Hugleiðingar um mikkjalsmessu og heystardagin »heiðursklára«, sum skaldið Mikkjal á Ryggi nevnir hesa andans og handans skurðtíð

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

»Einglar hava veingir.« Tað er hitt fyrsta, eitt barn svarar, tá tú spyr tað um hesa veru. Og síðan: »Teir búgva í himlinum, hjá Jesus pápa.«
Ávísir guddómar hava veingir, t.d. grikski Hermes, sendiboð drotta, sum í veingjaðum skóm bar skjótt at við ørindum sínum. Vit kenna úr grikska sagnaheiminum eisini veingjaða gangaran Pegasus, hann, ið skaldini salaðu, tá ið tey riðu í skaldaheim at inna verk. Og grikski tíðardrotturin Kronos sýnir við sínum fýra veingjum, at tíðin flýgur avstað.
Sum barnið svaraði, so hava eisini einglarnir veingir sum boðberar Guds; nakað, sum sjónliga gevur seg til kennar, tá eingilin Gabriel heimsøkir Mariu við boðunum um, at hon skal føða heimsins frelsara, Jesus Kristus. Og júst orðið »eingil« er sprottið úr grikska ‘angelos’, ið merkir sendiboð.
Og víkja vit at orðafarinum, so verður talað um »floygd orð«. Fólk ímyndaðu sær, at orðini høvdu egið lív, egna sál og at tey ótarnað fóru um allan heim. Hesa uppfatan síggja vit m.a. hjá grikska skaldinum Homer (uml. 800 f.Kr.).

Alt tað, sum hevur fuglaflog,
sum fuglasiði fylgir og
við sangi dregur anda,
sig Guði lov og takkarljóð,
tí miskunn hans og náði góð
er nær í hvørjum vanda.

Soleiðis yrkir skaldið Grundtvig (her í týðing eftir S. A. Weihe). Og nú mikkjalsmessa er farin aftur um bak – hon sum ber navn Mikkjals høvuðseingils – kunnu vit snúgva okkum at einum øðrum takkarsálmi, ið Grundtvig upprunaliga hevur yrkt, men Robert Joensen hevur latið í føroyskan búna, og sum júst hóskar til mikkjalsmessuna, heystið, hvítnaðu tindarnar og fjallgongurnar í hesum døgum:

Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
av bøi og av fjalli,
og alt, sum ført var yvir hav,
og tað, sum er í hjalli.

Mikkjal vá á orminum

Sjálvur mikkjalsmessudagur er 29. september, og ikki fáir dreingir – bæði í Føroyum og grannalondum – ið føddir eru henda dag, hava verið nevndir eftir honum; t.d. Óli Mikal, Tummas Mikal o.s.fr.
Navnið Mikkjal ella Mikael merkir ‘hvør er sum Harrin’. Og í málningalist síggja vit henda høvuðseingil við einglaheri í víggi við ein orm. Listarmenninir eru kveiktir av hesum orðum í Opinbering Jóhannesar (12,7): »Og stríð kom í á himni: Mikael og einglar hansara stríddust móti drekanum, og drekin stríddist og einglar hansara.« Mikael ber bitran brand og vegur orminum. Og tað er Jóhannes ápostul, ið skrivar hetta á oynni Patmos.
Mikael hevur verið ein av týdningarmestu persónum í kristnu trúnni, tá ið hon bar við og festi røtur her hjá okkum. Tíðun tók saksiski trúboðarin Tangbrandur til Mikael, tá ið Ólavur kongur Trygvason sendi hann til Føroya og Íslands at boða kristindómin. Føroyum viðvíkjandi verður tikið soleiðis til í Sigmundarkvæðinum eldra, tá Ólavur sigur við Sigmund:

Tú skalt fara til Føroyaland,
tær skal fylgja Tannebrand.

Tú skalt fara til Føroya vestur,
tær skal fylgja Tambar prestur.

Og í prædiku síni í Íslandi segði Tangbrandur, at Mikael stríddist við hin versta og hevði fingið vald til at taka ímóti sálunum hjá teimum kristnu og leiða tær fram til æviga hvílu.
Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« sigur Axel Tórgarð (1923-2011), at dyrkanin av Mikael í mongum lutum minnir á halgimannadyrkan, tó at hann er ein eingil, og enntá ein av høvuðseinglunum. Hann hevur so í mun til halgimenni beinleiðis bíbilskan uppruna og verður nevndur bæði í Gamla Testamenti og Nýggja Testamenti. Í Dánjalsbók verður hann nevndur fleiri ferðir sum tann stóri høvdingin, verndareingilin, sum skal varða Ísraelsfólk.
Men tað best kenda staðið í skriftini um Mikael er nevndi tólvti kapittul í Opinbering Jóhannesar, har Mikael við einglaheri sínum vinnur á drekanum og einglum hansara, og staður teirra var ikki heldur longur at finna í himli. Útleggingina av hesari oyðing letur Axel Tórgarð gyltu halgisøguna »Legenda aurea« siga:

Stríðið í himli er bæði fortíð, nútíð og framtíð. Tá ið Lusifer gjørdi uppreistur ímóti Gudi, var Mikael oddamaður hjá teimum góðu einglunum og stoytti Lusifer og hansara fylgi oman. Á dómadegi skulu Mikael og hansara einglar aftur vinna á drekanum. Og hvønn dag stendur Mikael í stríði við hin ónda um menniskjusálirnar.

Á hesum bíbilska grundarlagi er komin upp tilbiðjan av Mikaeli, og »tað er heilt tíðliga í kirkjusøguni, at ein ávísur dagur verður kosin honum til minnis; halgimenni verða vanliga heiðrað við at minnast deyðsdagin og hjá summum føðingardagin, men tað ber illa til við Mikaeli. Einglarnir hava hvørki føðingardag ella deyðsdag,« sigur Axel Tórgarð.
Dagurin 29. september verður settur, av tí at tá segðist, at Mikael opinberaði seg á fjallinum Gargano í Apuriu í Italiu. Biskupurin har kom einaferð í fjórðu øld fram á eitt helli í fjallinum, og har sýndi Mikael seg fyri honum og mælti: »Eg havi búð á hesum stað á jørðini og vart tað.«
Ein oyggj út fyri normannisku strondini í Fraklandi nevnist Monte St. Michel. Biskupurin har hevði í árinum 708 eina sjón, tá Mikael sýndi seg fyri honum og gav honum boð um at byggja eina kirkju. Og har skal eisini vera varðveittur ein lepi av skarlaksskikkjuni hjá Mikael.
Monte St. Michel gjørdist høvuðsmiðstøðin fyri mikkjalsdýrkanini, og sambært bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« er tað í høvuðsheitum haðani, mikkjalsmessuhaldið hevur borið við Norðurlond og fest røtur; við víkingunum og við munkunum; serstakliga eftir at benediktinarmunkarnir fingu sítt tilhald á Monte St. Michel.
Allastaðni í Europa eru kirkjur bygdar Mikaeli til heiðurs; fleiri teirra uppi á einum heyggi ella fjalli. Her er talan um Frakland, Italia og Týskland. Onkur mikkjalskirkja er í Noregi, og í Danmark er St. Mikaels kirkja í Slagelse mest kend, bygd á einum hóli.

Ein evangeliskan dám

Og nú til Føroya.
Í katólsku tíðini var mikkjalsmessa hildin sum halgidagur og eftir trúbótina sum ein av mishalgidøgunum. »Mikkjalsmessa var helst ein av teimum døgunum, sum illa gekst hjá trúbótarmonnunum at lúka burtur, og tí royndu teir at varðveita hann, men við at geva honum ein evangeliskan dám,« sigur Axel Tórgarð.
Í einari kirkjuskipan frá teirri tíðini verður sagt, at mikkjalsmessudag skal tøkk verða veitt Gudi fyri alla ta grøði, sum hann hetta árið hevur givið; og til tøkk skal alt kirkjufólkið við gudsótta beint eftir prædikuna syngja: Vit lova tær, Gudi (‘te deum laudamus’).
Fyri at upprunaligi týdningurin av degnum ikki skal verða gloymdur, verður lagt aftrat: Somuleiðis skal allan dagin – bæði um morgunin, fyrrapartin og eftir máltíðirnar prædikast um einglarnar, hvussu teir hjálpa okkum, og hví vit altíð mugu siga Gudi tøkk.
At mikkjalsmessa hevur verið hildin sum heilagur dagur eftir trúbótina, sæst eisini av tí, at í teimum lestrabókum, sum hava verið brúktar her hjá okkum, eru serstakir lestrar til mikkjalsmessu. Luther hevur mikkjalsmessulestur í prædikubók sínari, men her hjá okkum er sjálvandi meira at nevna Brochmand; og teksturin var tann í Opinberingarbókini, sum er tann heilagi lesturin til mikkjalsmessu í Brochmand.
»Tað er týðiligt, at Brochmand vil geva mikkjalsmessu ein evangeliskan dám í sínum lestri, tá hann m.a. útleggur sjálvt navnið Mikael: hvør er sum Gud. Og Brochmand heldur, at tað kann eingin annar vera enn Kristus sjálvur,« sigur Axel Tórgarð.
Í Kingobók eru eisini sálmar til mikkjalsmessudag, teirra millum tann hjá Luther so kendi »Vár Gud er føst og haldgóð borg«, sum Jákup Dahl hevur týtt til føroyskt.

Fagnaðu skurðinum

Serkøn í kirkjusøgu halda mikkjalsmessuna hava loyst eina heidna høgtíð av, sum varð hildin fyri heysti og grøði. Og hjá fólki í Norðurlondum hevur dagurin verið hildin sum skurðfagnaður, ein tøkk til drottin fyri gróður og gott heyst – eisini í kristnari tíð.
Og her er vert at nevna, at summir halda, at tá ið vit nevndu, at Mikael opinberaði seg á fjallinum Gargano í Italia, so var har ein halgidómur fyri heidna gudinum Micra. Hetta kann so leiða okkum fram til tað, sum eyðkennir mikkjalsmessu í dag, heystið og gróðurin. Hann er meira ein verðsligur dagur enn ein halgidagur, ein av teimum mishalgidøgunum, sum nógv hevur verið hildið um í Føroyum; serstakliga av tí, at hann hevur verið so nær knýttur at seyðahaldi.
Viðvíkjandi matarhaldi á mikkjalsmessu sigur Andrias Weihe í bókini Tjóðminni, at á mikkjalsmessu mátti greytur vera til nátturða, og nakað av greytinum mátti sleingjast í hvønn krók í roykstovuni, so Antakrist fekk nakað.
Sjálvt um Antakrist og drekin, sum Mikael stríddist við, ikki eru teir somu í tí bíbilsku frásøguni, ber til at siga, at her er fingið um endan á tí upprunaliga týdninginum av mikkjalsmessu – stríðið, sum í fyrndini stóð millum gott og ilt.
John Milton lýsir omanstoytingina í sínum »Paradise Lost«, Sjóvarbóndin í »Púkaljómi«.

Herligar eru tær heystartíðir

Heystardagurin heiðursklári!
– fagrari eingin er um árið –

yrkir Mikkjal á Ryggi, og hann er rættiliga fróur í huga og fer fúsur til verka, tá hann í hesari yrking lýsir tey arbeiði, heystardagurin heiðursklári hevur borið við sær – at tað, sum várað var, nú verður skorið og fingið til høldar. Her verður hoyggj borið, korn skorið, fjøllini gingin, epli og røtur tikin upp. Bæði ung og gomul eru kvikhent í øllum arbeiði. Nógv er at gera og dagar líða – men »herligar eru tær heystartíðir«.
Hesin gerandisdagur er broyttur á bygd og í bý, og somuleiðis eisini tann málburður, ið fylgdi við hesum gerandisdegi. Í dagsins samfelagi fara fólk á heystardegi á vøllir og í hallir at royna, »hvat leggir og lungu duga« – við einum meistaraskapi og einum steypi sum stavnhaldi.
Men undir øllum má ráða hesin setningur – bæði hjá tí einstaka og hjá fjøldini – til tess at røkka bestu málum, at

... nýta tað pund, mær er givið,
í dagligum virki, í orði og gerð
tí bróður at hjálpa, sum veikari er,
at elska, tí tað er at liva.