Almennur fundur um nýggju urguna í Hoyvíkar kirkju
Mánakvøldið 16. november kl. 19.30 verður almennur kunningarfundur í Hoyvíkar kirkju um nýggja urgu til kirkjuna.
Gudmund Mortensen, ráðgevi og dómorganistur, kemur at greiða frá urgusøguni og hesum nýggja orglinum. Eisini verða felagsálmar sungnir.
Tá ið Hoyvíkar kirkja varð vígd í 2007, var eisini eitt pípuorgul komið til kirkjuna. Hóast talan var um eitt fyribils orgul, hevur orglið virkað væl bæði ljódliga og sjónliga við sínum vakra grøna liti og stóru pípunum úr kopari. Sum hugsast kann fyri eitt fyribils orgul, hevur tað tó øll árini verið ynskiligt við einum størri orgli við meira fyllu og møguleikum fyri meira variatión í klanginum.
Nú trettan ár eftir at kirkjan varð vígd, hevur kirkjuráðið aftan á drúgva fyrireiking skrivað undir sáttmála um nýtt orgul til Hoyvíkar kirkju. Ráðið er komið ásamt um, at orgulbyggjaravirkið Marcussen & Søn skal byggja orglið eftir tekningum, sum virkið í samráði við orgulvegleiðaran Gudmund Mortensen hevur gjørt.
Talan er um eitt orgul við tveimum manualum og pedal og við 25 røddum. Orglið verður bygt við tveimum orgulhúsum og fríttstandandi spæliborði soleiðis, at pláss verður fyri einum kóri við kórleiðara á loftinum. Eisini verður pláss fyri kirkjusangarum. Væntandi verður orglið, sum verður fíggjað við staðbundnum kirkjuskatti, liðugt í mars mánaði 2022.