Skriva út

Allir sóknarprestarnir á skeið

28.04.2014 Tíðindi
Allir sóknarprestarnir á skeið

Allir sóknarprestarnir fara á skeið frá 7. – 10. mai 2014. Hetta merkir, at tænastustøðið hjá Fólkakirkjuni verður avmarkað. Hesar dagar verða sóknarprestarnir frítiknir fyri allar tænastur, og tess vegna verða tað viðskiftafólk, ið koma at merkja, at tænastustøðið er avmarkað.

Biskupur metir, at hetta er eitt gott og gagnligt stig, tá ið mett verður um tað samlaðu heildina í Fólkakirkjuni. Prestar eru ein yrkisbólkar, sum ein stóran part av tíðini arbeiða hvør í sínum lagi. Kallstankin, atlit at sóknarbørnunum, persónsmál og lagnur gera tað neyðugt, at sóknarprestarnir gera tænastu og bera tænastuna inni við seg sjálvan í gleði og sorg fólksins.

Kallið sum sóknarprestur er krevjandi við bæði døgnvakt og forskotnari arbeiðstíð. Prestar hava tørv á bæði útbúgving, eftirútbúgving og skeiðvirksemi, um teir ikki skulu leggjast fyri ella brenna út. Supermenniskju ella yvirmenniskju finnast ikki. Eisini er tað gott fyri prestastættin, at allir prestar í embæti kunnu verða saman uttan órógv í nakrar dagar. Bæði tað fakliga, persónliga, innanhýsis samskifti og friðurin á avmarkaðum øki.

Anne Jøker úr Keypmannahavn kemur at hava skeiðið, ið kallast: “Præstens ledelsesrum - og det gode ledelsesliv.”

Anne Jøker hevur drúgvar royndir sum leiðari á hægsta stigi innan almenna fyrisiting. Tey seinastu 10 árini hevur hon arbeitt sjálvstøðug og undirvíst mongum ymiskum yrkisbólkum bæði privatum og almennum. Talan er um analysu og ráðgeving.

Hesar dagar verður Fólkakirkjan skipað sum “eitt prestagjald”, og teir fráfarnu sóknarprestarnir koma at gera tænastu. Tey eru: Bjarni Bæk, Marjun Bæk, Niels Pauli Danielsen og David Johannesen.

Í serligum føri og í fólksins sváru og álvarsomu løtum, fær ein sóknarprestur í embæti møguleikan at koma til hjálpar, um sóknarbørnini serliga ynskja sóknarprestin.

Hetta er aðru ferð í søgu fólkakirkjunnar, at vit royna hesa skipanina. Fyrru ferð var í 2009, um meg minnist rætt. Fólk vóru sera hóvlig og høvdu eina jaliga fatan av hesum neyðuga stigi, tá ið hugsað verður um prestarnar, fakliga góðsku og trivnað í kirkjuliðinum.

Afturat teim omanfyri nevndu fráfarnu prestunum skipa vit eina neyðlinju, ið svarar alt døgnið frá mikudegnum 7. mai kl. 08,00 til leygarkvøldið 10. mai kl. 24,00. Neyðlinjan er telefonin hjá Føroya Stiftsstjórn 311995.

Vit takka fólkinum fyri væntaða vælvild og vóna, at lívið lagar seg væl hjá tí einstaka og fólkinum øllum. Men, hava tit tað svárt, og neyðin bankar á dyrnar, so eru vit tøk, ikki treyðug, men nærverandi í tænastu.

Jógvan Fríðriksson, biskupur