Skriva út
Allahalgannadagur og minningarhald
30.10.2018 Tíðindi
Siðvenjan er allahalgannadag at minnast tey, ið fingu váta grøv og sjólótust. Siðvenjan er væl undirbygd við eini løgtingssamtykt frá 1943 og orðingini “... at flaggað verður fyri sjólátnum Føroyingum.”
Fyri nøkrum fáum árum síðan var ein frymil gjørdur, ið nærri lýsti og greinaði minningarhaldið við atliti at nøvnum teirra, ið fórust.
Orsøkin var einføld. Tann flótandi siðvenjan, ið hevði verið nýtt í mong ár, elvdi tungar kenslur hjá teimum avvarðandi og teimum, ið stóðu fyri minningarhaldinum. Hvør skal á tann almenna listan var tann afturvendandi spurningurin. Ivasama støðan var ikki nøktandi fyri tey deyðu, teirra avvarðandi og teirra, ið høvdu verkliga ábyrgd av minningarhaldinum. Vandin fyri tilvild og mismuni var eyðsýndur.
Talan var ikki longur einans um sjólátin. Minningarhaldið varð komið at fevna fólk, ið doyðu umborð á skipi, báti ella við heimligar strendur og aðrar vanlukkur við sjógvin.
Tey, ið arbeiddu við hesum máli og orðaðu frymilin umboðaðu Manningarfeløgini, Reiðarafelagið, MRCC, Mentamálaráðið, Sjómansmissiónina og Føroya Stiftsstjórn.
Minningarhaldið allahalgannadag er bæði alment umboðandi allar Føroyar og staðbundið umboðandi tað lokala økið. Tað almenna minningarhaldið verður hildið á Vinnuháskúlanum í Tórshavn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.
Á tí almenna minnigarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans – umboðandi alt fólkið – við minnisvarðan í Viðarlundini í Tórshavn. Gudstænastan í Dómkirkjuni fylgir tí almenna minningarhaldinum.
Tey staðbundnu minningarhaldini verða fyriskipað lokalt. At byrja við var tað aloftast ein nevnd, ið tók stig til minnisvarðan, sum skipaði fyri. Nú um stundir hava á fleiri støðum bý- og bygdarráð tikið yvir.
Við tað almenna minningarhaldið fyri alt Føroya Land, sum verður hildið í Tórshavn, verður tann nýggi frymilin nýttur við atliti at nøvnum teirra, ið verða nevnd.
Við tey staðbundnu minningarhaldini er málsøkið lokalt, og nærumhvørvið avger nøvnini á listanum.
Frymilin til tað almenna minningarhaldið á Vinnuháskúlanum og í Dómkirkjuni nevnir bæði treytirnar fyri at koma á listan og síðani eina allýsing.
Tann sum kemur á listan:
Skal vera skrásettur hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva í Føroyum. Skal hava latið lív í sínum yrki á sjónum, av sjúku ella vanlukku.
Allýsing:
Á sjónum merkir her á skipi, báti, øðrum vinnustaði á sjónum, ella í sjónum.
Vegna nevndina:
Annfinnur Garðalíð
Edvard Bjarnason
Bergur Berg
Torleif Johannesen
Jógvan Fríðriksson
Onnur tíðindi