Skriva út

Allahalgannadagur í morgin

31.10.2012 Tíðindi
Allahalgannadagur í morgin

Allahalgannadagur, sum er í morgin, er minningardagur teirra sjólátnu.
Minningarhald verður um alt landið fyri teimum sjólátnu.

Í ár verða tríggir mans at minnast sum sjólátnir hetta seinasta árið. Teir tríggir menninir eru:

- Jón Jallur Gaasedal, Klaksvík, 47 ár, druknaði á Filipininum 08. Des. 2011

- Jákup Andrias Hentze, Tórshavn, 44 ár, druknaði sunnan fyri Hvítanes 11. Jan. 2012

- Arnfinn Niclasen, Tórshavn, 56 ár, deyður umborð á Juvel 2 í Grønlandi 04. Sep. 2012