Alheimslistin 2020
Mikudagin 15. januar 2020, var fyrstu ferð at alheimlistin fyri lond, har atsøknin er størst móti kristnum, varð lagdur fram í Føroyum. Vit í Open Doors ynskja at takk løgmanni, landsstýrðinum, tingfólkum og bispi, Jógvan Fríðriksson, fyri dagin.
Open Doors er ein altjóða trúarfelagsskapur, sum í yvir 60 ár hevur arbeitt fyri atsøktum kirkjum kring heimin. Í arbeiðinum at kasta ljós á støðuna hjá atsøktum kristnum, ynskja vit at menna arbeiðið í Føroyum. Okkara vón er, at innan fimm ár hevur Føroyar eina sjálvstøðuga miðstøð, stuðlað av føroyska kirkju- og samkomuliðnum.
World Watch list 2020
Hvørt ár ger Open Doors ein lista, sum lýsir støðuna hjá kristnum í 50 londum, har tað er vandamiklast at vera kristin. Stórt kanningararbeiði verður gjørt av nærløgdum fólki, sum hygga at frælsinum at trúgva innan 5 ymisk økir: Tað privata økið, familju økið, lokala umhvørvið, tjóðar støðan og kirkju økið. Út frá hesum verða savnað tøl, sum siga, hvussu stór forfylgingin er ímóti kristnum. Tølini verða síðani savnað í stigum og set í eina skipan, sum síðani ger ein lista yvir londini, har atsóknin er størst.
Aftur í ár liggur Norðurkorea ovast á listanum. Norðurkorea hevur verið ovast síðani 2002. Beint í hølunum kemur Afganistan, sum hevur verið nær við at hava eins nógva atsókn og Norðurkorea. Tíverri síggja vit, at støðan gerst alsamt verri av forfylging kring allan heimin. Í ár eru tað bara 5 tey niðastu londini, sum falla uttan fyri bólkin ‘sera álvarsom atsókn.’ 11 tey fremstu londini fella í bólkin ‘víðgongd (ekstrem) atsókn.’ Tað er eingin broyting, hvar tey 11 londini liggja í mun til í fjør. Tó flytur Eritrea seg upp á nummar 6. Tað er vert, at leggja til merkis, at 3 nýggj lond í Afrika eru á listanum í mun til í fjør. Londini eru Kamerun, Niger og Burkina Faso. Serliga støðan í Burkina Faso er ræðandi. Landið lá niðan fyri 50 tey ovastu og er nú komið inn sum nummar 28. Tað seinasta árið er harðskapurin móti kristnum meir enn tvífaldaður í Burkina Faso.
Í Miðeystri er støðan sera álvarsom. Flestu londini hava ligið á topp 20 listanum tey seinastu nógvu árini. Í Eysturasia er eisini eitt vaksandi trýst á tey kristnu. Kina flytur seg aftur upp eftir listanum og liggur nú nummar 23 í mun til 27 í fjør. Tað kommunistiska stýrið í landinum roynir meir og meir at stýra og avmarka alt, sum stríðir ímóti teirra kommunistisku heimsáskoðan; hetta rakar kirkjuna meint. Syrgiliga hendingin, sum øll hoyrdu um fjør í Sri Lanka, hevur gjørt, at landið hevur flutt seg frá nummar 46 til nummar 30. Álopið kravdi 250 mannalív og varð framt av NTJ, ein bólkur, ið hevur antikristin motiv.
Tey atsøktu kristnu kring heimin hava ongantíð áður havt meir brúk fyri tínum bønum og stuðli enn júst nú.
Open Doors