Skriva út

Alheimsfarsóttin og vit menniskju

04.03.2021 Tíðindi
Armgarð.jpg

Í fjør á Grækarismessu komu tjøldrini - frælsi, fríði fuglurin, sum ber okkum vón um ljós og lív. Men fuglurin hevði ikki meir enn sett seg á klettarnar, tá koronu-skrímslið dagaði undan. Eitt ár er farið. Innflúgvingin hjá tjøldrunum er byrjað, ivaleyst eru “flapsarnir” komnir undan og oyggjarnar eru í eygsjón. Hvat ber tjaldrið okkum boð um í ár? Ein enskan variant?

Hetta seinasta árið hava vit lært nógv nýggj orð: sóttarhald, frástøða, spritt, maska og munnbind, verja, andevni, koppingarstøða, Moderna og Pfizer. Og vit hava bíðað, eru í støðugari bíðistøðu, tí vit eru skakaði í okkara grunnvølli. Hvør kundi hugmynda sær, at allur heimurin stongdi dyrnar? At so nógv fólk blivu sjúk og doyðu í friðartíð?

Hvat varð av míni “me time”, og mínum ynski, vilja og kravið til mítt lív? Hoyri javnan fólk siga “eg vil hava mítt lív aftur”!
Tað kemur ikki aftur, men eitt øðrvísi lív og kanska enn betur lív, um mær unnist at liva.

Orð og vendingar, heimspekingar og Jesus pápin, alt er brádliga ljóslivandi. Etikkur og leitanin eftir morali og onkrum kumpassi. Skriftin sigur, at sannleikin skal fría okkum, at sannleikin setur okkum í frælsi. Ver móti øðrum, sum tú vilt hava, tey vera móti tær. Hugsa um næstan.

Og vit fingu boð frá landsins myndugleikum, at vit skuldu fara heim, og vit fóru heim, og hetta var nýggj støða. Og vit fóru at syngja við grannum á terassuni ella fóru í hitapott, vit royndu nýggjar bakiuppskriftir og bundu, so vit fingu gø . Vit vóru øll í somu støðu, og vit lagaðu okkum eftir støðuni.

Kirkjan tók við nýggja degnum og boðaði í tómari kirkju, so myndin brendi seg fast. Myndin, sum vísti okkum, at ansa vit okkum ikki, og ansa vit ikki eftir næstanum, so koma ongi menniskju aftur at sita í kirkjuni, júst sum í Italia, har koronumannfallið var stórt.

Felagsstøðan fyri okkum øll var bíðistøða, og ja, so er ikki annað at gera. Men tá gleðiboðini komu, at klók fólk høvdu framleitt koppingarevni, so fekk dagurin alt fleiri litir. Og vit ótólnast, men gleðast um ommuna ella abban, tey veiku og tey, sum bera brek, og sum vit sum mansømilig menniskju eiga at ansa eftir.

Men eitt er at standa saman, tá alt er vónleyst, annað er, tá frælsið er beint við, tí vit vilja so fegin smoyggja koronu - spennitroyggjuna av okkum og vit fara at renna um kapp um frælsið.

Vit hava lógir og kunngerðir, filosofi og etisk virðir, sum vit liva eftir, so vit ikki skræða høvdið av hvørjum øðrum. Vit vilja vera siviliseraði, men tolið gleppur, myndin skeiklast, tá vit hoyra tíðindi, sum loypa øði í okkara kenslur av rættvísi, tí farssóttin vísti okkum náðileyst, at vit øll kring allan knøttin eru bara menniskju og eru treytaði hvør av øðrum.

Ofta hevur mann hoyrt at kirkjan tosar so nógv um synd, men sannast má, at syndin er flutt út úr kirkjuni, tí syndahugtakið er ljóslivandi millum okkum øll hvønn dag í hesi pandemi. Tí hvør eri eg sum menniskja, hvat trúgvi eg á, hvat líti eg á, hvat haldi eg um hini, hvat hevur hin sum ber brek at siga mær, hvat væntast av mær?

Og vit finnast at og skamma henda og handa og peika og taka upp steinar og skriva á FB og orðini “Ver í móti øðrum, sum tú vilt, at tey skulu vera ímóti tær” eru stór og føgur orð, men hvør av okkum megnar at liva eftir hesum orðum, tá veruliga stendur á?