Skriva út

Áheitan frá Koronaráðgevingini og Landslæknanum

08.09.2020 Tíðindi
Konfirmatión.jpg

Koronasmitta er enn í okkara grannalondum, ikki minst í Keypmannahavn, og tí eiga vit at vera serliga varin, tá vit koma saman til eitt nú konfirmatiónsveitslur.

Vit skulu tí minna á, at serliga  í veitslulag eiga fólk at minnast til tilmælini um at halda frástøðu uppá í minsta lag 1 metur og 2 metrar, tá sungið verður.

Harumframt at hava gott handreinføri t.d. við spritting.

Fólk eiga at minnast til, at tey sum ganga frá veitslu til veitslu økja um vandan fyri at gerast smittuberarar.

Tí verður mælt til at avmarka talið av vitjanum.

Eisini skulu vit minna á, at tilmælt er enn, at ikki fleiri enn 100 fólk koma saman á sama stað.

Gestir úr útlandinum eiga at kanna seg 6. dag eisini áðrenn tey fara í mannamúgvur.

Tað er umráðandi at øll sum kenna seg sjúk halda seg burtur frá veitlsum ella samkomum.

Lars F. Møller, landslækni og Pál Weihe, yvirlækni.