Skriva út
Aftur til staðið, har vøggan stóð.
15.08.2013 Tíðindi
Aldandi øld og hundrað ára minni. Søgan stendur sjónsk í huga og sinni. Tøgnin er rist inn í hamrar, og bergmálið grætur millum fjalla, sund og skarð. Oyggin rakt av feigd, fedranna lendi sum mold og roykur. Mannleyst er býli, tó akur grør í hugans fagra lendi so fagurt í líð, tað sáðkorn, ið aldrin doyr, hóast feigdin dregur at sær. Hitt máttmikla havið, um ups og skørð.
Ein færri av tøgn, tí hvat er at siga, tá forløg manna eru størri enn maður megnar at bera. At minnast í virðing teir, ið løgdu frá landi til tess at lívbjarga sær og sínum. At minnast tær og tey, ið lagnan spann tungan tráð til ferðar og annað býli. Tilveran er ikki einans eitt kvæði, ið kvøður um logn og stilli við klett og strond. Tað makliga skiftir ham, og brádliga er vónin um góðan fong vorðin angist og ótti bæði á báti og hjá teimum, ið heima sita. Ein øld er gingin síðani Skarðsbáturin gekk burtur tollaksmessudag 1913. Tað fongríka havið kravdi dýrt viðurlag fyri gávur sínar. Sorgarleikur á sjónum, og menn í bestu árum fingu váta grøv. Hetta var eyðvitað dýrur missur og ein óbótaligur skaði fyri fólk og bygd. Ein smeitur, ið als ikki kann lýsast í orðum, tí sorgin húsast størra partin av tíðini innanveggja í hjartans dulda kamari.
Tó lívið og lívsins viðkvæma lyndi syrgir øll tey, sum líggjamaðurin tekur so óvæntað og brádliga. Saknur og sorg eru kenslubornar støður, og eingin sorg er avrit av aðrari. Hvørja ferð vit missa, er missurin óendaligur, og lívið steðgar upp, tí hvør dagur er ein avbjóðing og kennist eins og at ganga móti brekkuni.
At minnast í virðing og tøkk er lívsins endurføðing, og júst sorgblíði dámurin ger tað fjálgari, hóast sorgin er heimleysur kærleiki og ein endaligur missur.
Tað er ein virðilig avgerð og ein tignarlig løta, nú vit savnast á Skarði og minnast við tøkk. Ein minnisvarði yvir teir, ið sjólótust, er eitt friðhalga øki, har sinnið drýpur høvur eina løtu. Minnisvarðin er eitt søguligt ýti og samleiki teirra, hvørs forfedrar fórust í yrki á sjónum.
Eisini er minnisvarðin ein óbeinleiðis heiður til kvinnur og heimafólkið, ið tóku við tí krevjandi ábyrgd at gerast einligir forsyrgjarar og fáa tey yngru undan til manndóms verk at inna. Tíbetur vóru tað góð fólk í oynni og oyggjunum, sum eftir førimuni studdu ávegis og fram á leið. Sum tikið verður til: Við hjálp frá Guði og góðum fólki.
Skarðsbáturin gekk burtur tollaksmessudag í 1913. Báturin hevur sjógvin og havið sum lendi. Nýta vit myndina, so kunnu vit siga, at báturin, ið fórst, gav bygdini tunga aldu, ja tað var ómøguligt at sigla, so tey eftirverandi valdu fráferð og høgligari livilíkindi.
Páll Kunoy kallar bók sína “Skarðsbygd – tey orkaðu ikki meir”. Læni nøkur orð seinast í bókini: “Tann 26. januar 1919 fóru tey at bera seingjarklæði og húskiráð oman á Kleiv... Eina løtu eftir legði ein tigandi bátur frá landi við børnum og aldrandi kvinnum innanborða, 9 í tali. Leiðin gekk norður um Nakkin og heim til Kunoyar, meðan tær síðstu gløðurnar sortnaðu á grúgvuni.” (s. 102).
Meðan bygdin livdi varð gott samskifti millum bygdirnar í oynni. T.d. kom fólkið til gongu um Skarði til Kunoyar í kirkju. Gudstrúgvin var ein berandi táttur í gerandisdegi og mentan, virðingin fyri tí heilaga var eyðsýnd. Komin oman á Klossukrógv skiftu tey úr klossunum í aðrar skógvar, ið hóskaðu betur til løtuna um Guðs orð.
Í trúgv á okkara Harra og frelsara, Jesus Krist, játta vit, at lív várt er í Harrans hondum. Eisini fyri 100 árum síðan var Jesus hjástaddur í bygdini millum bygdarfólki í angist og ótta. Hjástaddur umborð á bátinum hjá teimum, ið sjólótust, í stríði við havsins náðileysa mátt og megi.
Bæði í lívi og deyða er Guð hin sami, og sonur hansara er vár vernd og verja. Jesus er hjá teimum, ið verða kallað til hvíldar við stillum deyða, sjúku ella vanlukku. Hann er hjá teimum, ið fáa náðir at liva.
Ein kveikjandi og berandi vón og vissa, ið gevur okkum áræði at leggja á fjørðin og sigla um sund og firðir. Lívsins sigling er í Guðs hondum, og sonurin Jesus er við á ferðini, so vit náa lívsins land.
So vígi og friðhalgi eg henda minnisvarða í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Guðs friður veri við minni teirra, sum gingu burtur. Guð gevi teimum og okkum øllum himmiríkis dýrd og sælu.
Faðir vár, tú sum er á himlinum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himni, so á jørð. Gev okkum í dag okkara dagliga breyð, og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríki, valdið og heiðurin um allar ævir amen!
Harrin vælsigni teg og varðveiti teg. Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið. Amen.
Havið tók lív, og sjógvurin køvdi eimin á grúgvuni. Æra verði minni um fólkið og ættarliðini, ið búðu á Skarði. Takk.
Brot úr minningarorðunum, sum Bernhard skrivaði í 1975, um Jákup í Kongsstovuni á Skarði:
“Tann harðasti stoyturin Jákup fekk í lívi sínum, fekk hann tollaksmessudag 1913. Hetta segðist at vera ein sera vakur morgun, bátarnir fóru til útróðrar. Skarðsmenn vóru við seksmannafari, men teir vóru sjey við henda dagin. Út á dagin brast hann á við ódnarveðri av landnyrðingi, tríggir bátar komu ikki aftur hetta kvøld, og ein av teimum varð Skarðsbáturin. Jákup var í tí aldrinum, at hann plagdi at fara oman við við drekka, tá báturin kom. Eg minnist at mamma plagdi at siga, at Jákup kom rennandi inn til okkara og segði, at nú komu teir. Mamma fór so at koyra drekka upp í fløskuna og setti hana niður í vatnbeholdarin, meðan hann fór í hini húsini at boða frá. Eina løtu seinni kom hann aftur og segði, at hetta vóru ikki teir. Hasin báturin fór heimum.
Vit duga illa at hugsa okkum, hvat ið rørdist í barminum á hesum 14 ára gamla dreingi hetta kvøld. Við í bátinum var pápi hansara og allir menninir, sum hann hevði verið saman við dag og dagliga í øllum arbeiði. Hann hevði skilt gággur um morgunin, áðrenn teir fóru til útróðrar, borið fisk niðan undan Kleiv, hjálpt teimum at salta, verið í haganum við teimum og mangt annað. ...
Eg kann hugsa mær, at hann stóð norðuri á Byrgi og stardi út í kavarokið og hetta uppøsta hav. Eg haldi at Karl stóð hjá honum, hesin 10 ára gamli drongur átti pápan og tveir beiggjar í bátinum. Hesir báðir dreingirnir stóðu har og stardu inntil tollaksmessudags myrkrið legðist yvir Skarðsbygd.
Eg haldi neyvan, at nakrir smádreingir hava følt seg so einsamallar, sum hesir hetta kvøld.”
Orð: Jógvan Fríðriksson
Myndir: Dávur Winther
Onnur tíðindi