Skriva út

Aftur á val 23. mars

31.01.2022 Tíðindi
DSC09798.JPG

Fólkakirkjan er fólkaræðisliga skipað. Tað er ein dygg og trygg skipan, tí einki í kirkjuni er einmans (m/k) avrik. Í orðsins rætta týdningi kann sigast, at nógvar hendur virka, og fleiri herðar bera.

Kirkjuráðsval var í november 2021, har limir fólkakirkjunar valdu eitt kirkjuráð at stjórna staðbundnu kirkjuni. Talan er um beinleiðis demokrati.

Nú er so aftur vál á skránni. Hesaferð er talan um óbeinleiðis demokrati. Tað merkir, at kirkjuráðslimirnir velja eitt landsfevnandi ráð og eina landsfevnandi stjórn at stýra fólkakirkjuni í Føroyum saman við ávikavist dómprósti og biskupi.

Í Próstadømisráðnum sita fýra leikfólk saman við dómpróstinum.

Í Føroya Stiftsstjórn sita tvey leikfólk saman við biskupinum.

Henda skipanin tryggjar, at embætisfólkini í fólkakirkjuni ikki kunnu gera sum teimum lystir.

Hóast samstarvið er gott millum embætisfólkini og leikfólkini, er tað áhugavert, at bæði biskupur og dómpróstur í fíggjar- og verkligum málum kunnu koma í minniluta við sínum sjónarmiðum.

Dómpróstur og biskupur hava stóra ávirkan og stórt vald. Men, valdið teir hava, verður teimum givið alt eftir, hvat leikfólkini hugsa og avgera.

JF