Skriva út
Aftansangur í Glyvra kirkju
23.10.2017 Tíðindi
Sunnukvøldið 29. oktober kl. 20 verður aftansangur í Glyvra kirkju við Kóri Glyvra kirkju.
Fyrimyndin er aftansangur í ensku/anglikansku kirkjuni, sum er ein daglig tíðarbøn, har dentur verður lagdur á lovsong, Dávidssálmar, bíbliulestur og bøn. Í miðøldini vóru hesar gudstænastur fleiri í tali. Tær vóru róptar tíðarbønir, tí at tær vóru hildnar ávísar klokkutíðir á degnum til tess at halga dagin.
Enski erkabiskupurin, Thomas Cranmer (1489-1556), ið var ein av teimum týdningarmiklu trúbótarmonnunum í ensku kirkjuni, avmarkaði hesar tíðarbønir til tvær: morgun – og aftansang (mattins og evensong). Enski formurin fekk sítt sermerkta snið, sum ikki er at finna í øðrum kirkjum, við tað at Cranmer tók ymiskar partar úr teimum ymisku tíðarbønunum, sum í miðøldini vóru vorðnar átta í tali, og legði tær saman til tvær. Hesin vakri og hátíðarligi formurin fyri morgun - og aftansang verður við smávegis broytingum framvegis nýttur í ensku kirkjuni.
Aftansangur síðani 2004
Kór Glyvra kirkju hevur síðani 2004 stundum bjóðað til aftansang í Glyvra kirkju og øðrum kirkjum við. Her kann nevnast Rituvíkar kirkju, Havnar kirkju og Eiðis kirkju. Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eyga at nema sær kunnleika og fáa íblástur.
Kórið hevur brotið upp úr nýggjum í Føroyum við at syngja Dávidssálmar í reciterandi stíli á føroyskum í týðing Jákup Dahls.
Sunnukvøldið syngur Kór Glyvra kirkju ein Dávidssálm, Lovsong Mariu, Lovsong Símeons og eitt sokallað ”anthem” (kórvers). Skiftisongur eftir enska tónaskaldinum, William Smith (1603-45), verður sungin av prestinum og kórinum. Harafturat verður sálmasangur, bíbliulestur og bøn. Liturgur er Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur. Organistur er Jensina Simonsen.
Onnur tíðindi