Skriva út
Aftankvirra í Tvøroyrar kirkju
04.03.2020 Tíðindi
Eftir eina væleydnaða aftankvirru fyrst í nýggja árinum, verður eftir ætlan skipað fyri tveimum líknandi hesa árshálvuna.
Tann fyrra verður nú sunnukvøldið 8. mars kl. 18.
Umframt stillisliga urgutónleik, kvirruna, djúphugsni, knýtt at einum skriftorði, koma Julia og Sára at hava innsløg við tónleiki og sangi.
Eisini er høvi at tendra ljós í ljósglobuni.
Aftaná verður boðið til ein drekkamunn.
Veri hjartaliga vælkomin!
Onnur tíðindi