Skriva út

Abraham Lincoln, go home?!

02.03.2017 Tíðindi
Abraham Lincoln, go home ?!

Kærleikin hevur nógvar løgnar vegir. Fyrr hoyrdu vit um foreldur, sum søgdu hvørjum sonurin ella dóttirin skuldu giftast við. Og vit øtaðust, tá vit hoyrdu slíkar søgur og hildu tað vera :
”so óromantiskt, tvey fremmand fólk, eg meini tað, altso…”
Seinni fer kirkjan – av øllum – at spyrja parið á kirkjutrappuni :
”er hetta nakað tit veruliga ynskja og vilja?”

So romantiska brúdleypið kemur við kirkjuni, siga teir klóku. Ivaleyst hava teir sæð og hoyrt manga sorgarsøguna, um menniskju sum vóru noydd av ymsum orsøkum at ganga í hjúnarlag við menniskja, tey ikki kendu ella vóru góð við.

Tá tosaði mann ikki um at realisera seg sjálvan, ella at mann var vaksin frá hvørjum øðrum ella at mann brádliga ikki hevði meiri at siga hvørjum øðrum.

Mangt umbroytist á mansins ævi herheima og tað er gott.

Í dag hoyra vit um giftur í muslimskum londum, sum foreldur skipa fyri og vit rista á høvdinum og halda at hetta er tann reina og skæra miðøld.

Men tó so, áðrenn vit koma ov gott í gongd við atfinningum,so hoyra vit í dag um ymsar vegir at finna kærleikan herheima og finna júst hann ella hana, sum eg kann elska.

Tøknin ger tað møguligt at sita heima í stovuni og trola og leita eftir maka, sum eg haldi matchar meg. Hædd, vekt, áhuga, boppur, fitness ella yoga. Og soleiðis kann eg skriva tjekk, tjekk, tjekk við júst tann persónin, sum eg haldi, mær dámar. Hvør og hvussu viðkomandi er, hvat hann hugsar ella hvat henni dámar Trump, djór ella politik, ja, tað fáa vit at síggja.

Vit skulu hava kontrol og onki við at ”við eitt so stóð hon har” ella ”kærleikin yvirhálaða meg púrasta og..”

Nirðandi hugtøk sum gomul genta ella drongur hvørva, tí stórur partur av vesturlendska heiminum livir einsamallur av egnum fríum vilja, tí torført er at finna einasta eina ella einu, so eg shoppi runt til…

Sjónvarpssendirøð, sum hevur stóran hyggjaraskara er ”Gift ved første blik”. Hesar sendingar eru gjørdar bæði í Danmark og úti í heimi annars. Hyggjarin situr sum á nálum og sær pør verða paraði og sær teirra skepsis, iva og gleði, tá tey verða gift við einum púra, fremmandum menniskja. Nógv eru ung og vøkur, so hví henda skundin ? Og so fara tey at broyta og hampa á hann og hana teimum eru litin upp í hendur, har er ongin kærleiki, sum fjalir lýti og brek.

Nýggjar tíðir og nýggir hættir at liva og soleiðis er tað. Vit leita runt til vit finna røttu vøruna, útboð og eftirspurningur, alt ber til.

Vit liva í YOLO tíðum, og tíðin er knøpp.

Men tíðindini í farnu viku fingu meg tó at øtast. Kom at hugsa um trælahandil, tí sagt var frá kvinnu, sum kemur til Føroya við einum úrvali av kvinnum, sum leita eftir norðurlendskum monnum at giftast við.

Skulu tær so stillast upp í framsýningarglugga ella hvussu skulu menn kanna ”vørurnar” ? Hyggja um silicon er her og har ? Sterkar tenn? Góðar leggir? Onkel Tom er nu Tomina, sum má ferðast um høv fyri at finna onkran góðan sum kann hjálpa sær, finna onkran, sum kann loysa hana úr hafti, men sum samstundis fer at eiga hana og kanska fjøtra hana.

Sjálvandi er tað gott og vit skulu hjálpa, og kanska er tað so ræðuligt, har tær eru, at tær fáa tað betri her á klettunum, hvat veit eg ?

Men hví fái eg so løgna kenslu í maganum, tá eg hugsi um, hvussu vit læra okkara børn um menniskjasýnið, útbúgving, ansa sær, fara væl um seg sjálvan og onnur og so lata vit hesi tíðindini bara fara um okkum ?

Er hetta í fínasta lagi ? Krevur tíðin av okkum, sum halda okkum hava alt og eiga alt, at okkara hjálpiarbeiði skal samskipast øðrvísi? Er hetta kvinnur, sum eru í svárastu neyð og ikki vita sær veg úr neyðini enn gifta seg við einum fremmandum manni herheima?

Er tað púrasta í lagi við okkara nýggju dating hættum, at vit eisini fáa vørurnar flognar inn á Vaglið at verða mettar um og keyptar ? Er hon hálvgomul, kann mann so møguliga fáa tvær fyri eina ?
Og kann mann iðra keypið ? Senda vøruna aftur ? Eitt ára garanti ?

Gongur iðrannarrætturin bert eina vegin ? Kanska fara fleiri at halda seg gera kuppið, at fáa góða og sterka ”kvígu”, hvat hon hugsar ella ynskir sær, hevur ikki so stóran týdning.
”parolan…hold kæft og vær smuk” hevur ævigt virði….ikki so ?