Skriva út
Ábøtur á prestagarðar
12.12.2012 Tíðindi
Í seinastuni eru fimm prestagarðar í Føroyum umvældir og settir í stand. Haraftrat verður bispagarðurin umbygdur. Alt ábøtur, ið áneyðir eru á. Húsini eru ikki longur nýggj, og tíðarinnar tonn hevur sett síni merki
Pól á Kletti
Tá fólkakirkjan varð yvirtikin á ólavsøku 2007, vóru fleiri prestagarðar í vánaligum standi. Málsøkið hevði í mong ár ligið í eini bíðistøðu, so prestagarðarnir vóru slitnir og fleiri teirra beinleiðis vánaligir.
Síðan føroyska heimastýrið yvirtók fólkakirkjuna, hevur leiðslan hildið tað verið eftirynskjandi, at skulu vit hava prestagarðar, so mega teir vera á einum rímiligum og forsvarligum støði.
Bústaðarviðurskiftini eru týðandi táttur í menniskjaligum trivnaði. Trívast vit ikki, verður dygdin í avrikinum hareftir. Tí eigur fólkakirkjan ‒ bæði við atliti til prestar og innihaldi kirkjunnar – at seta sær sum mál, at prestagarðarnir eru í góðum standi.
Umsitingin av gørðunum er broytt nakað. Ístaðin fyri at allir garðarnir hvørt ár fingu eina minni játtan, verður árliga játtanin nú miðsavnað til nakrar ávísar garðar, so hesir teir innan ávíst tíðarbil fáa neyðugar ábøtur (1-2 ár).
Føroya Stiftsstjórn umsitur prestagarðarnar í góðum samstarvi við Landsverk. Landsverk er ráðgevandi og hevur tað fakliga eftirlitið.
Í seinastuni eru ábøtur gjørdar á fimm prestagarðar í Føroyum. Haraftrat verður bispagarðurin (Tórshavn) umbygdur. Alt ábøtur, ið áneyðir eru á. Húsini eru ikki longur nýggj, og tíðarinnar tonn hevur sett síni merki.
Talan er um hesar prestagarðar: í Vági, í Todnesi, Eysturbýnum í Havn (Essalág: dómprósturin), í Hvalvík, á Gjaranesi og í Klaksvík.
Í Klaksvík er talan um prestagarðin á Brekku, har Hanus á Gørðum, prestur, býr saman við konu og tveimum børnum. Húsini eru bygd í 1974 og umleið 280m² stór. Til húsini liggur stórur, vakur urtagarður, bilhús, og havastova
Hanus á Gørðum er væl nøgdur við umvælingarnar á prestagarðinum. »Nú eru húsini í góðum standi og umstøðurnar at húsast góðar,« sigur hann og upplýsir, at í vár verður farið undir ábøtur á tún og garð.
Tað, ið gjørt er á Brekku, er:
Útskifting og bjálving av løttum útsíðum
Bjálving og pussing av tungum útsíðum
Útskifting av tekju
Útskifting av ketli
Bjálving av skorsteini
Bjálving uppundir garasjuloft.
Onnur tíðindi