Á tykisferð í føroysku kirkjunum
Á stórfundinum fyri kirkjutænarar, kirkjuráð og kirkjuráðslimir seinasta leygardag varð kunnað um ætlanina at gera føroysku kirkjurnar tøkar í sonevndum tykisferðum á netinum.
Kirkjur og onnur gudstænastustøð eru at finna kring alt landið, og flestu okkara hava vitjað fleiri av teimum, men har eru ivaleyst nógvar teirra, sum vit ikki hava havt høvi at vitja enn.
Við nýggju tænastuni hjá Fólkakirkjuni fer at bera til at vitja føroysku kirkjurnar innan, á eini sonevndari tykisferð – einari virtuellari ferð, har tú á teldu ella telefon kanst flyta teg runt í kirkjuni og síggja 360 gradir runt um teg sjálvan, har tú ert. Eisini eru kunnandi upplýsingar um ymsu lutirnar í kirkjuni – á føroyskum og enskum.
Í fyrstu atløgu ber til at vitja tvær kirkjur innan - Christianskirkjuna og Gøtu kirkju, eldru. Hesar kirkjurnar umboða ymisk tíðarskeið og byggisnið og eru sera ymiskar. Tær vísa nakað av tí stóra spenni, sum sæst í føroyskari kirkjubyggingarlist. Komandi mánaðirnar verða fleiri kirkjur kring landið tøkar sum tykisferðir.
Føroysku kirkjurnar eru frá gamlari tíð staðsettar á sjónligum stað, og mangan í náttúruvøkrum umhvørvi. Tí fevnir tænastan eisini um panoramamyndir, sum vísa, hvussu einstøku kirkjurnar eru staðsettar í nærumhvørvinum. Fleiri panoramamyndir eru longu tøkar.
Vónin er, at nýggja tænastan við tykisferðum fer at vekja áhuga fyri fjølbroyttu føroysku kirkjubygningunum og søgu teirra, at vit læra okkurt nýtt um kirkjurnar og lutir teirra, og kanska fáa hug at fara at vitja aðrar kirkjur enn tær, vit kenna frá nærumhvørvinum.
Tykisferðirnar eru tøkar á heimasiðuni hjá folkakirkjuni.
Beinleiðis slóðin til teirra er folkakirkjan.fo/tykisferdir
Niðanfyri eru myndir úr tykisferðunum í Christianskirkjuni og Gøtu kirkju, eldru.