Skriva út

Á sanganna veingjum í Tjørnuvík.

22.10.2012 Tíðindi
Á sanganna veingjum í Tjørnuvík.

1937 var eitt satt kirkjuár, tí ikki færri enn tríggjar kirkjur vórðu vígdar hetta árið. Í vár hátíðarhildu vit Skúvoyar kirkju. Fyri tveimum vikum síðani var hátíðarhald í Árnafirði. Í dag, 20. s. e. trinitatis, varð Tjørnuvíkar kirkja fagnað á 75 ára degnum.

Hon er stásilig, kirkjan í Tjørnuvík, har hon stendur mitt í bygdini við sævarmálan. Hin vakri sandurin, bygdin, dalurin og fjøllini. Mitt í hesi vøkru náttúru stendur halgidómurin tignarligur og væl hildin. Tekjan varð skift seinasta ár, tornið gjørt av nýggjum, og kirkjan málað.

Hann var landnyrðingur í ættini, og aldurnar skolaðu makan niðan á sandin. Tað var eitt lot, so Merkið veittraði væl í húnar hátt og segði frá, at hátíðin er byrjað.

Hugtakandi var at síggja, at kirkjan og bygdin hava felags mál og mið. Tað fólksliga.

Bygdarhús, Stakkurin og fólkið í bygdini. Alt væl, og áhugamálini samljóða og nema hvørt annað. Kirkjan er mitt í fólkinum, ein partur av bygdarlívinum í gleði og sorg, álvara og gaman.

Gudstænastan var sermerkt, og serliga væl kent er Kingokórið, ið hevur ferðast so víða í tí heimliga og uttanlands. Teirra sermerkti sangur, ið ljóðar væl, ja tykist ljóða betur og betur fyri hvørja ferð. Eitt ljóð av uppruna, ið sigur frá trúvirði, eitt upprunaljóð uttan ljóðføri. Tað er eins og vit síggja trúnna í ljóðinum, sum vit í dag kalla kingosangur.

Eisini sálmasangurin var borin av góðum røddum í eini fullsettari kirkju. Var tað ein konsert, høvdu vit sagt, at tað var útselt til seinasta pláss. Sangurin var væl stuðlaður av urguni, har tónaskaldið Knút Olsen spældi. Tað var ein rørandi kensla, tá tónaskaldið spældi sítt egna lag, tað nýggja lagið til “kirkjan hon er eitt gamalt hús”. Og tó er kirkjan ikki eldri enn tað, at nýggj løg verða smíðað, løg, ið gera okkum rík og geva okkum arvagóðs at bera víðari til komandi ættarlið.

Nú vit nevna tónaskaldið, so sang dóttirin Anna Maria Olsen ein solosang. Yndisligt og vælljómandi ljóðaði sálmurin “Jeg vil give dig, O Herre, min lovsang.” Ein sera vøkur rødd og ein væl framførdur sálmur. Sera gott!

Tá ið nú alt er so gott, ert tú so ikki einans í góðum lag, biskupur? Jú, lagið er gott, og gleðin er størri. Tøkkin til Guðs, og tøkkin til øll tey nevndu og øll tey ónevndu, ið gjørdu løtuna í kirkjuni ríka og dagin signaðan.

Tað var sóknarpresturin, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, ið prædikaði. Hugaligt at hoyra ein av okkara yngru prestum prædika. Orðini nei og ja fingu sína viðgerð, og tey flestu kendu seg aftur. Hvussu ofta siga vit ikki ja, og einki hendir? Onkuntíð royndist betur at siga nei, og so angra svarið og avrika verkið. Ein góð prædika, ið vónandi kemur á heimasíðuna ein av komandi døgunum.

Kirkjan er umvæld og málað við øðrvísi litum. Mær tókti kirkjuna snotiliga, heita, fjálga og unniliga. Tað var ljóst og vakurt. Hepnar hendur og meistaralig samanseting av litum hava dugnað kirkjuráðnum. Ja, satt at siga, eg hugdi og hugdi, men sá einki, ið skemdi kirkjuna, sá einki minus.

Prestarnir í Norðstreymoy vóru hjástaddir. Deknur var Súni Olsen, klokkari Súni Hansen, og forsangari Steinbjørn Magnussen.

Føroya Stiftsstjórn var umboðað av biskupi og skrivaranum hjá biskupi, Andreu Nedergaard-Hansen, ið hevði húsbóndan við sína lið.

Eri ávegis til Danmarkar og fór suðuraftur í høvuðsstaðin kl. 16,30. Í huganum eri eg framvegis staddur í Tjørnuvík, har gudstænasta verður kl. 18. Theodor prestur kemur at prædika, og kirkjuliðið verður boðið til Harrans borð. Hin heilaga kvøldmáltíðin er andalig føði ávegis móti málinum, ið er Guðs ríkis sæla.

Eftir gudstænastuna liggur leiðin í Bygdarhúsið, har øll verða boðin til nátturða. Hugaligt, at bygdarfólkið stendur saman og lívgar um bygdarlívið og kirkjuliðið.

Klokkan er 18,05 henda sama sunnudagin, og bøn mín er, at Harrans friður hvílir yvir gudstænastuni, kvøldinum og Tjørnuvík.

Guð signi Føroyar og heimsins tjóðir.

Orð: JF
Myndir: ANH

Sí fleiri myndir