Skriva út

Á konfirmantalegu í Nesvík

14.02.2013 Tíðindi
Á konfirmantalegu í Nesvík

Hetta er fjórða árið á rað, at prestarnir í suðurstreymoy saman við øðrum skipa fyri konfirmantalegu í Nesvík. Legurnar hava roynst sera væl, og bæði konfirmantar og prestar eru farnir ríkari heimaftur eftir leguna.

Hesuferð vóru umframt prestarnar í havnini eisini Inga P. Dam, Meinhard Bjartalíð og Símun Jacobsen prestar við teirra konfirmantum við á leguni.

Legan byrjaði við, at farið varð við bussum fríggjamorgunin úr Vesturkirkjuni, og vit vóru aftur í Havn leygarkvøldið klokkan 20.

Nógv var á skránni á leguni, bæði til gamans og álvara.

Bíbliutímar vóru við Jóhan Petur Johannesen, sum greiddi frá bíbliusøguni um Jósef.

Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, var og greiddi frá um rúsdrekka og rúsevni, og um lívið á Herberginum.

Gyklari Ásbjørn Berthelsen var og sýndi kynstur og bergtók okkum øll.

Tað varð sungið, skemtað, flent og prátað.

Uttan fólk at hjálpa, ber ikki til við eini slíkari legu, har sum 170 konfirmantar luttaka.

Kamarsleiðarar, náttarvaktir, køkshjálp o.a. gjørdu eitt stórt arbeiði, sum vit eru teimum sera takksom fyri.

Niðurstøðan má verða, at vit eiga ein fantastiskan ungdóm, sum er bæði nærlagdur, áhugaður og hjálpsamur, og tað fingu vit aftur at sanna á hesi leguni. Vit kunnu ikki annað enn vera takksom fyri at fáa loyvið at vera á legu við so fittum konfirmantum, góðum starvsfelagum og ikki minst, at kunna vera saman um tað, sum vit hava til felags: Jesus.

Orð: Ann Dahl Hansen,prestur.