Skriva út

Á konfirmantalegu í Mikladali

09.05.2016 Tíðindi
Á konfirmantalegu í Mikladali

Sum siðvenja hevur verið í mong ár í Norðoya vestara prestagjaldi, so verður farið norð til Mikladals á konfirmantalegu. Tað er munandi meira høgligt at ferðast nú. Fyrr var farið norð við Barskor, og ikki var altíð so tespiligt um Kalsoyarfjørð. Nú Sam siglir er lag á manni.

Henda leygarmorgun stóðu konfirmantarnir væl upplagdur á ferjuleguni klárir at fara á legu. Sólin skein oman og niðan. Komin norð til hesa vøkru bygd, umgird av tí mikla dali, fóru vit yvir í kirkjuna, har prestur hevði undirvísing. Evnið henda dagin var kirkjuárið og tess bygnaður. Eftir góða máltíð varð farið útum, har leiðarin hevði skipað fyri postarenning. Hugagóðir løgdu konfirmantarnir til brots. Komin aftur til avhaldshúsið vóru ymisk spøl spæld.

Leiðin gekk síðani oman á hellu at síggja listaverkið av kópakonuni, ið har stendur. Síðani var aftur undirvísingartími, har ymist varð havt á lofti. Nú høvdu konfirmantarnir fingið rørt seg og vóru klárir at seta spurningar. Eftir nátturða varð bjóðað til møti í kirkjuni, har Ove Heinesen, deknur í Leirvíkar kirkju, talaði. Løtan var friðfull og góð. Síðani vóru øll boðin til hugnakvøld í avhaldshúsinum, har Jóhan Karl Høgnesen greiddi frá upplivingum, ið honum vóru fyri í Irak, har hann var útsendir fyri Nato. Hetta var sera áhugavert at hoyra, konfirmantarnir og onnur settu eisini spurningar.

Tá ið nærkaðist midnátt var gjørt klárt at ganga niðan í tunnilin til Trøllanes og inn í Djúpadal, har ymisk spøl vórðu spæld. Hetta er eitt av hæddarpunktunum á leguni. Koman aftur at húsum var ymist gott at fáa. Nú var klokkan nógv og tíð var at leita í posarnar at fáa náttarhvíld.

Sunnudagur upprann og farið var í kirkju til gudstænastu. Kvinnukórið í Emmaus kom norð og ríkaði okkum løtuna. So var bara eftir at rudda og gera klárt at leita aftur til Klaksvíkar við ríkum og góðum minnum.