Á fundi við Mentanarnevndina
Biskupur á fundi við Mentanarnevnd Løgtingsins tann 10. mai 2017.
Uppskot til
Løgtingslóg um at broyta anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning
(Nágreining í lógaregluni at signa borgaraliga stovnað hjúnalag).
1. § 14, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi kunnu, í tann mun fólkakirkjan hevur løggild ritual til tess, lata sóknarprest signa hjúnalagið. Landsstýrismaðurin ásetir greiniligari reglur um hetta.”
Forsøgan til fundin og skrivligt svar:
Fyri einari viku síðan var tað kirkjuliga landslagið við Una Næs dómprósti á odda á fundi við Mentanarnevndina. Dómprósturin var virkandi biskupur, nú biskupur var í feriu. Biskupur kom aftur seint í gjár og hevur arbeitt við spurningunum í nátt.
Við tað at Mentanarnevndin ikki tekur referat av tílíkum fundum, ið minna um hoyring, bað biskupur um at fáa spurningarnar skrivliga til tess at prógva, hvat er sagt.
Einstakur limur í Mentanarnevndini hevur umvegis løgtingsstjóran sett biskupi fýra spurningar:
1) Ætlaði at fáa biskup at útgreina nærri, hvat hann heldur um málið og hoyringartilgongdina – og tað, at kirkjan verður drigin inn so seint í prosessini. AD 1: Biskupur metir eins og tað samlaða kirkjuliga landslagið, at tað var stak óheppið, at kirkjan ikki beinleiðis var virkin í lógarsmíðinum til ta nýggju lógina um hjúnalag. Í øllum lógarverkinum tey seinastu 15 árini, ið nema kirkjuna, var tann siðvenja galdandi, at neyvt samskifti og samstarv var ímillum tann politiska myndugleikan og umboð kirkjunnar. Ein opin, almenn og vælvirkandi tilgongd. Tá ið komið varð á mál, vóru allir partar nøgdir við gongdina og tess vegna lógarsmíðið, ið gekk eina breiða fólkaræðisliga gongd. Fyri Fólkakirkjuna var tað óheppið, at kirkjan í hesum óneyðuga orðastríðið varð løgd undir at vera ímóti teimum samkyndu. Óheppið fyri kirkjuna og hennara umdømi, tí tað er ein skeiv mynd av leiðslu kirkjunnar í einum máli, sum Løgtingið varðar av heilt og fult. Borgarlig rættindi til samkynd er ikki eitt kirkjuligt mál, men eitt mál hjá Løgtinginum. Biskupur metir, at óhepna gongdin hevur verið teimum samkyndu og teirra kæru til mikla kvøl. Óneyðug orð eru søgd, og nógv opin sár í kenslunum. Ístaðin áttu vit øll – íroknað umboð fyri tey samkyndu – at sitið við sama borð og viðgjørt málið um borgarlig rættindi til samkynd. Tað er eisini hesa skeivu mannagongd, ið tað samlaða kirkjuliga landslagið hevur víst á. Heilar tríggjar ferðir hevur tað kirkjuliga landslagið staðið saman 100% í skrivligum svari til Mentanarnevndina um tær ætlaðu broytingarnar í lógini um hjúnaband. Kirkjuliga fáa vit ikki sagt meira annað enn tað, at vit harmast um støðuna, at tað kirkjuliga landslagið, ið dagliga varðar av kirkjuni, ikki fær undirtøku fyri sínum sjónarmiðum. Hetta sama málið er við smávegis broytingum sent til hoyringar hjá serkønum fleiri ferðir. Kirkjuligi serkunnleikin hevur givið so at siga tað sama svarið hvørja ferð. Tað er eitt greitt tekin um, at tað kirkjuliga landslagið er sannført í síni støðu. 2) Fari at biðja biskup útgreina skrivini, sum tað kirkjuliga “landslagið” hevur sent inn. AD 2: Tað kirkjuliga landslagið ynskir at verja borg, so kirkjunnar innaru virðir verða hildin hátt í hevd. Innaru virðir kirkjunnar skulu framhaldandi liggja hjá tí kirkjuliga myndugleikanum, ið er biskupur og tann innan kirkjuliga skipanin. Sipað verður til kirkjuráðini, ið eru fólkaræðisliga vald av limum kirkjunnar. Sipað verður til tað óbeinleiðis fólkaræðið, ið stjórnar kirkjuni, har kirkjuráðslimir velja umboð í: Felagið fyri kirkjuráðslimir, Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn. Harafturat kemur Prestafelagið, har prestarnir velja nevndina. Tann kirkjuligi myndugleikin í innan kirkjuligum málum – t.d. kristnari læru og ritualum – er biskupur. Ein persónur í embæti við evstu ábyrgd og evsta myndugleika. Núverandi biskupur hevur valt at hoyra tað kirkjuliga landslagið í at kalla øllum málum. Soleiðis verður fólkaræðið inni í kirkjuni styrkt, og tað skapar eitt væl størri mál av nøgdsemi. Myndugleikin og maktin eru altíð best, um tey ikki verða brúkt í tíð og úrtíð. Myndugleikin skal vera, ikki neyðturviliga nýtast. Biskupur hevur varhugan av, at ein ávísur ótti hómast millum manna í kirkjuligum jørðildi. Hvat verður tað næsta málið, ið løgtingsfólk fara at hava eina avgjørda meining um innanvert í kirkjuni. Verður tað t.d. talufrælsið, prædikufrælsið ella samvitskufrælsið hjá sóknarprestunum? Skulu prestarnir ikki hava loyvi at prædika tað, ið teir (m/k) fata sum Guðs heilaga orð? Løgtingsfólk hava eisini síni borgarligu rættindi at virka og hugsa. Men við núgaldandi lógarverki á tí kirkjuliga økinum er tað teirra uppgáva at skapa karmar ella avtaka teir karmar, ið fevna tað kirkjuliga økið. Eru løgtingsfólk misnøgd við galdandi skipan er tað ruddiligt, at kirkjuliga landslagið fær hetta at vita í greiðari talu í beinleiðis samskifti ímillum myndugleikarnar, tann politiska og tann kirkjuliga. 3) Harafturat havi eg ein spurning um ritualið: Løgfrøðingur, sum eg havi tosað við, metir, at um málið verður samtykt, so ber tað eftir orðalagnum ikki til at staðfesta, at ritualið einans er orðað til at signa hjúnalag millum mann og kvinnu, og at ritualið sostatt í verandi líki kann nýtast til at signa borgarliga stovnað hjúnalag millum tvey av sama kyni – undir øllum umstøðum, tá ið talan er um tvær kvinnur. – Hvat sigur biskupur um hetta? AD 3: Um ella tá ið ein nýggj hjúnabandslóg kemur í gildi, er støðan nýggj og væl øðrvísi enn nú. Nýggja lógin, ið eftir ætlan verður sett í verk, greinar hjúnalagið øðrvísi enn núgaldandi lóg og núgaldandi etisk og juridisk siðvenja. Nýggja lógin krevur tess vegna eitt nýtt ritual til signing av borgarliga giftum, bæði hinskyndum og samkyndum. Í løtuni finst einki ritual á føroyskum, ið er løggildað til signing av borgarliga giftum. Tað gamla ritualið, ið varð sett í gildi av danska Kirkjumálaráðnum 21. november 1938, er á donskum máli. Fólkakirkjan varð yvirtikin í 2007, og eyðvitað er kirkjumálið í dag føroyskt, 500 ár eftir trúbótina. Biskupur ætlar at geva sóknarprestunum tænastuboð viðvíkjandi ritualinum. Tað merkir, at tað ikki framhaldandi verður heimilað prestunum at signa hinskynd, ið eru gift borgarliga, við “heimagjørdum ritualum”. Antin hava vit eina kirkjuliga skipan við løggildum ritualum, ella hava vit onga skipan. At taka stig til ger av ritualum og at hava eftirlit við, at ritualini verða fylgd, er embætisøkið hjá biskupi sambært løgtingslóg 60/2007. Ætlanin er ikki at gera nakað ritual til signing av borgarliga giftum hinskyndum ella samkyndum. Avbjóðingin við signing av borgarliga giftum nemur tað vandamál, at kirkjan kemur at diskriminera, um vit einans hava ritual til signing av borgarliga giftum hinskyndum. Biskupur metir, at lógaruppskotið, so sum tað fyriliggur í dag tann 10. mai 2017, leggur upp til møguliga diskriminatión. Ein løgtingslóg, ið gevur føroyingum møguleikan at diskriminera beinleiðis ella óbeinleiðis, er í andsøgn við aðrar løgtingslógir. Tað hóvar ikki biskupi. Tess vegna er tað mest sannlíkt, at biskupur fer at mæla til, at signing av borgarligum giftum steðgar, svá biskupur umrøddi í svari til Trivnaðarnevndina dagfest 11. apríl 2016. (Sí viðmerkingina seinast í hesum svarskrivi). Biskupur hevur boðað frá síni persónligu støðu alment bæði í fjølmiðlunum og til hoyringar hjá nevndum Løgtingsins. Støðan er óbroytt. Tann ætlaða nýggja lógin greinar hjúnalagið sum løggilt samband millum: 1) mann og kvinnu 2) kvinnu og kvinnu 3) mann og mann. Biskupur er í síni trúgv – og kirkjunnar virkisøkið er grundað í kristnu trúnni – gróðursettur í tí klassisku fatanini av hjúnalagnum, at tað er liður í Guðs skapan og ein skipað samvera millum mann og kvinnu. At løgtingið velur aðra skipan enn tað klassisku er eyðvitað Løgtingsins avgerð. Á sama hátt er tað biskupsins avgerð at taka stig til ger av ritualum ella ikki. Biskupur ætlar at hava eitt kirkjuligt orðaskifti um hesi viðurskifti eftir ólavsøkuna í 2018. Við kirkjuráðsvalinum í november 2017 gevst ein upplagdur møguleiki at hoyra, hvør hugsan rørist í kirkjuliga landslagnum. Ætlanin er at koma til eina niðurstøðu á vári 2019. Biskupur er sannførdur um, at hugsanin í dag millum virkin fólk í tænastu kirkjunnar er í tráð við biskupsins egnu fatan. Ætlanin er at finna útav, um henda fatanin millum fólkið, ið ger tænastu í Fólkakirkjuni, er broytt ella ikki. Á vetri/vári 2018 verða trinni val til ráð í Fólkakirkjuni: Próstadømisráðið, Føroya Stiftsstjórn og Felagið fyri Kikrjuráðslimir. Biskupur er fólkaræðisliga sinnaður. Velur tað kirkjuliga landslagið annan leist enn biskupur, verður tann leisturin at valda í Fólkakirkjuni. 4) Heldur biskupur ikki, at tað hevði verið betri og rættari at funnið aðra loysn enn at fara inn í hjúnabandið (og enn ber tað til) at geva tveimum av sama kyndi borgarlig rættindi, um tey ynskja tað – ikki bara tí at hjúnabandið einans kann verða millum mann og konu, men eisini tí at so høvdu kirkjan – og onnur trúarfeløg eisini – sloppið undan einum øgiligum stríði, sum hóttir við at kloyva tey? AD 4: Jú, mannagongdin við atliti at lógarsmíðinum er í hesum føri óheppin. Úrslitið av hesi óhepnu mannagongd er eitt eljustríð millum fólk í øllum samfelagnum, tí nógv fólk meta hjúnalagið sum eina heilaga skipan, ið er Guði tekkilig og verður av honum signað, svá ritualið til brúðarmessu sigur. Eyðvitað er tað møguligt at gera eina nýggja lóg, ið gevur samkyndum somu rættindi sum teimum hinskyndu við atliti at samlívi og giftu. Leiðslan í kirkjuni hevur á røttum stað boðað frá, at vit eru fús til verka, um boð verða send eftir okkum. Málið er byrjað skeivt, og tað er júst tað, ið tað kirkjuliga landslagið hevur sagt aftur og aftur. Ein skeiv byrjan er torfør at rætta aftur, svá bygningsverk úti heimi prógva. Kirkjuliga er hetta stak óheppið, tí tað gevur fólkinum ta fatan, at kirkjan er trupulleikin. Mannagongdin er ikki virðilig mótvegis kirkjuni, ið onkursvegna er tikin sum gísli og verður tráspurd, hóast svarað er fleiri ferðir bæði munnliga og skrivliga. Leiðslan í Fólkakirkjuni ynskir ikki at leggja seg út í avgerðir Løgtingsins í borgarligum málum. Og borgarlig gifta er eitt borgarligt mál. Biskupur metir, at henda mannagongdin er óheppin fyri tey samkyndu, ið verða drigin inn um og út um kirkjugátt í einum máli um borgarliga rættindi. Eitt ískoyti til svarið til Mentanarnevndina 10. mai 2017. (Víst verður til ein part av svarinum til Trivnaðarnevndina 11. apríl 2016). Eitt slag av menniskjum – somu dygdir Í hesum viðkvæma álvarsmáli er út frá einum kristnum sjónarhorni vert at minna á, at øll menniskju hava sama virði. Vit eru skapt í Guðs mynd og elskað av honum við einum ævigum kærleika. Vit fingu Guðs einborna son, Jesus Krist, sum gávu og frelsara. Øllum menniskjum fattast Guðs dýrd og heiður, ið verður givin hinum einstaka í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara. Tað er einans eitt slag av menniskjum, og tað er menniskjan. Menniskjan er maður og kvinna, hinskynd og samkynd. Øll menniskju eru meira enn sítt kyn. Bæði í eygum Guðs og í eygum manna hava vit eitt óendaligt virði, ið vit hvørki skulu prógva ella staðfesta. Vit eru øll serstøk og eiga rættin at liva og vera til bæði í tí borgarliga samfelagnum og í tí kirkjuligu skipan, ið vit kalla fólkakirkjan. At vera samkyndur er als eingin heildarlýsing av einum menniskja. At vera hinskyndur er als eingin heildarlýsing av einum menniskja. Tað letur seg valla gera at tala um miðal dygdir, – men um tað letur seg gera, er tað biskupsins fatan, at hinskynd og samkynd hava sama miðaltal og javnviga við somu evnum, dygdum og veikleikum. Einasti munurin ímillum hinskynd og samkynd er kynsligi samleikin. Signing Í sambandi við løgtingsmál nr. 19/2015 við tilhoyrandi broytingaruppskotið hevur verið nógv talað um signing. Evnið er stórt, og tað tykist neyðugt við eini stuttari greining av hugtakinum. Í hesum høpi verða nevnd trý sløg av signingum, ið eru viðkomandi við atliti at broyting í hjúnbandslógini. Almenn signing · Øll, ið koma til eina gudstænastu ella eina løtu í kirkjuni, har tann Aronitiska signingin verður lýst, verða eyðvitað signað. Øll eru hinskynd, samkynd og annar samleiki. Persónlig signing er sakramental · Tengd at dópi við handaálegging. Galdandi øll menniskju. · Tengd at skriftamáli/altargongd við handaálegging. Galdandi øll menniskju. Persónlig signing sum fylgja av dópsins sakramenti: · Við ferming verða tey ungu signað. Galdandi øll menniskju. Avbjóðingin er signing av borgarligari tænastu / vígslu Kjarnin í teim mótstríðandi sjónarmiðunum verður sjónlig í hugtakinum signing vegna tess, at ymiskar fatanir eru av, hvat eitt hjúnalag er. Biskupsins fatan er í tráð við Føroysku Orðabókina: “Løgfest samband millum mann og kvinnu.” Hetta er eisini í tráð við Europeiska mannarættindasáttmálan, sum í grein 12 verjir rættindini hjá kvinnum og monnum í giftingaførum aldri til at giftast og stovna familju. – Europeiski mannarættindadómstólurin dømdi fyri kortum, at Italia hevði skyldu til at útvega pørum av sama kyni tryggar løgligar karmar um samlív sítt, men vert er at leggja til merkis, at tann dómurin vísir til 8. grein í europeiska mannarættindasáttmálanum, ið verjir rættindini til virðing fyri privatlívi og familjulívi, ikki til grein 12 um rættindini til at giftast. “Biskupur metir, at fatanin av hjúnalagnum millum mann og kvinnu er ankrað í skapanarsøguni og nemur Guðs leiklut í skapan og verki, upphav lívsins.” Tað er júst henda fatanin, ið er grundstøðið undir fatanini av signingini. Borgarliga gift kunnu verða persónliga signað í kirkjuni við handaálegging. Ein lóg gevur heimildina, ið verður staðfest við einum kirkjuligum rituali. Løgtingslóg nr. 60/2007 staðfestir, at tað er biskupur, ið tekur stig til at evna og útvega eitt ritual, ið síðani skal verksetast av løgmanni um landsstýrismannin (m/k). Greidligari viðurskifti eru neyðug Meðan almenna signingin er kirkjulig, og tann persónliga signingin er sakramental, er signingin í sambandi við vígslu tengd at eini borgarligari gerð, handling ella tænastu. Biskupur hevur í tí kirkjuliga landslagnum borið upp á mál, at viðurskiftini mótvegis limum fólkakirkjunnar vóru greidligari, um vit einans høvdu almenna signing og sakramentala signing. So vóru øll menniskju eins fyri teirri kirkjuligu skipanini: støk og gift, maður og kvinna, hinskynd og samkynd. So er tað kirkjuliga kirkjuligt, og tað borgarliga borgarligt. Í Tórshavn 10. mai 2017 Jógvan Fríðriksson, biskupur