Skriva út

Á FERÐ VIÐ KONFIRMANTUM

29.03.2016 Tíðindi
Á FERÐ VIÐ KONFIRMANTUM

GONGUTÚRURIN TIL KIRKJUBØAR ER EIN GÓÐ MYND AV FERÐINI, KONFIRMANTARNIR

BYRJAÐU Í AUGUST MÁNAÐI. EIN FERÐ Í LÆRDÓMI, HUGNA, UPPLIVINGUM OG GAMAN

FRÁ BARNDÓMI INN Í VAKSNA LÍVIÐ.

DERHARD JÓGVANSSON, MARS 2016

57 ungdómar vórðu konfirmeraðir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi Boðanardag Mariu og Pálmasunnudag. Tvær konfirmatiónir vóru í Vesturkirkjuni og ein í Kirkjubøar kirkju.
Síðani august mánað í fjør hava hesir ungdómar gingið til prest hvønn týsmorgun. Umframt undirvísingina hesar morgnar hava onnur tiltøk verið. Konfirmantgudstænasta saman við hinum konfirmantunum og foreldrum teirra í Suðurstreymi, har serligur dentur var lagdur á at greiða frá ymisku liðunum í gudstænastuni. Pitsakvøld í Meinigheitshúsinum, har hesi ungu vóru saman við øðrum ungum til sang, orð og hugna eitt hóskvøld. Konfirmantlega í Leguhúsinum í Nesvík saman við øðrum konfirmantum úr landinum. Og so nú tað nærkaðist konfirmatiónsdegnum ein gongutúr til Kirkjubøar.
Sum ein fastan tátt í konfirmatiónsfyrireikingini í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi fara prestarnir ein gongutúr til Kirkjubøar. Gingið verður úr Havnardali niðan á Reynsmúlalág fram við Kirkjubøreyn og síðani til Kirkjubøar kirkju. Gongutúrurin tekur umleið hálvan annan tíma. Tá er gott at seta seg eina løtu í Ólavskirkjuni og hoyra eitt sindur um hesa kirkju og søgu hennara. Elsta kirkja í Føroyum, har enn verða hildnar gudstænastur. Eftir eina løtu í kirkjuni verður farið ein túr í Roykstovuna, har sagt verður eitt sindur um søgu føroyinga. Men tað, hesir ungdómar vísa seg at gleðast mest yvir henda túrin, er tað seinasta á skránni. Eftir gongutúrin, eftir hvíld í kirkjuni, eftir frásøgn í Roykstovuni, verður farið at eta pitsa. Tað er hugaligt at síggja, hvussu konfirmantarnir hugna sær henda túrin, sum endar um borðini við látri og nøgdsemi.
Eftir gongutúrin til Kirkjubøar er konfirmatiónsfyrireikingin komin at enda og bert nakrir fáir dagar til konfirmantarnir hvør í sínum lagi játta sína trúgv í gudstænastuni. Í so máta er gongutúrurin ein góð mynd av ferðini, hesir ungdómar byrjaðu í august mánaði, sum endar við konfirmatiónsgudstænastuni. Ein ferð í lærdómi, hugna, upplivingum, gaman frá barndómi inn í vaksna lívið.