75% av kirkjuráðslimunum á fundi
Leygardagin 15. februar í ár, var skeið á Hotel Føroyum fyri teimum, ið manna kirkjuráðini. Umleið 380 kirkjuráðslimir eru í landinum, og ikki færri enn 280 teirra møttu til fundar. Tað gevur eina luttøku uppá 75 %.
At so stór mannfjøld møtti til fundin er gleðiligt. Tað er tekin um áhuga, tí hesin fundurin var einans kunnandi um virksemið. Einki viðkvæmt ella eldfimt mál var á skránni, ei heldur orðaskifti. Einans áhugi at kenna skipanina og innihaldið í fólkakirkjuni.
Sjálvboðin tænasta, eingin fundarsamsýning og fundur ein leygardag. Tað er tekin um kærleika til fedranna kirkju, áhugi og framtíð.
Vit, ið skipaðu fyri, eru ovurhonds takksom fyri ta góðu uppmøtingina. Á hesum sinni nýttu vit egna arbeiðsmegi. Vit, ið høvdu framløgur, vóru umboð fyri Mentamálaráðið, umsitingin hjá fólkakirkjuni, núverandi formenn, ein fráfarin formaður og leiðslan.
Tað gav degnum vekt og fyllu, at vit harafturat fingu trinni innsløg á 20 minuttir. Reyðikrossur kunnaði um arbeiðið, - nemandi, viðkomandi og læruríkt. Støðan úti í heimi, kríggj og heimsótt. Støðan í landi okkara, har mong sita einsamøll og bíða, inntil onkur kemur á gátt. Tænastan at vitja.
Bláikrossur kunnaði um arbeiðið, og eisini her fingu vit almikið at hugsa um, lagnur og mannalagnur. Hjálp til tann, ið komin er í kløtur við rúsin og hevur mist harradømið. Hjálp til familjuna og avvarðandi, ið vegna misbrúk fáa ein øðrvísi gerandisdag.
Santa Ólavs Kirkjulið, føroyingar í Keypmannahavn, greiddu frá virkseminum í Hans Egede kirkju. Gudstænastur og vitjan á Ríkissjúkrahúsinum. Hugaligt at hoyra, at Santa Ólavs Kirkjulið hevur viðkomandi ætlanir um framtíðina. Kirkjuliðið og vit føroyingar varðveita føroyska prestin í Keypmannahavn í 100% føroyskari tænastu. Tað verður Keypmannahavnar biskupur, ið kemur at hava umsjón við embætinum.
Ongantíð áður í føroyskari kirkjusøgu hava so nógvir kirkjuráðslimir verið savnaðir á sama staði samstundis. Tað var ein framúrskarandi dagur, ið var fakliga mettaður. Tann likamliga føðin, ið Hotel Føroyar borðreiddi, var avbera góð og vælsmakkandi.
Dagurin var sum ein dreymaferð. Vit sum fyri mongum árum síðani byrjaðu smátt um smátt í Felagnum fyri Kirkjuráðslimir. Tað er júst hetta felagið, ið hevur ment hugburðin at samskifta um kirkjulig viðurskifti.
At vera kirkja er altíð nútíð. At menna kirkjuna er ein langtíðaríløga.
JF.
Myndir: DC og ANH
Sí fleiri myndir