Skriva út
40 ára fagnaður á Argjum
21.01.2015 Tíðindi
Tey tóku eina rætta og gagnliga avgerð. Kirkjuráðið avgjørdi at hátíðarhalda, at Kirkju- og Missiónshúsið á Argjum hevur fjøruti ár á baki. Talan er um føroyska kirkjusøgu, tí á Argjum virkar kirkjan og missiónin undir sama taki í avbera góðari samvinnu. Ætlanin er at nýta sama leistin, tá ið nýggja kirkjan verður bygd.
Dagurin varð hildin í fullsettari kirkju, har sóknarprestarnir høvdu sín leiklut. Heri Joensen helt eina góða og sigandi prædiku útfrá tekstinum um brúdleypið í Kána. Derhard Jógvansson borðreiddi fyri okkum tað heilagu kvøldmáltíð, meðan Bergur Debes Joensen hevði eitt vakið eyga, so alt gekk eftir ætlan.
Løtan var nakað út yvir tað vanliga. Menniskjum tørvar jaligar løtur, ið lyfta okkum uppum gerandisdagin við teim avbjóðingum, ið lívið setur. Og so aftur til verka við nýggjari orku.
Tað setti sín kveikjandi dám á gudstænastuna, at Argjakórið sang tveir sálmar/sangir. Eisini horntónleikurin hjá Ólavi Jacobsen saman við Jón Magnussi Joensen á urguni gav andanum flog og styrki. Vakurt og mennandi fyri likam, sál og anda.
Hátíðardagurin var væl lýstur í Kringvarpinum. Mær dámdi avgerðina, at øll vóru boðin til døgurða í Róðrarnestinum á Argjum aftan á gudstænastuna. Tað sampakkaði við hugtakið, at fólkakirkjan er fyri øll uttan undantak. Skilagott at fáa tað lýst væl, so øll vita og eru kunnað.
Døgurðin í Róðrarnestinum gagnaðist stak væl. Góður matur og gott lag á fólki. Tað var soleiðis, sum tað er, tá ið hatíðarhald eru uppá tað besta.
===
4 kirkjutænarar vóru undir gudstænastuni heiðraðir og fingu eina heiðursgávu fyri trúgva tænastu í 40 ár. Teir fingu hvør sín málning til gávus frá kirkjufólkinum/kirkjuráðnum. Listamaður Finnleif Mortensen hevur málað málningarnar.
Biskupur bar eina stutta heilsu til kirkjutænararnar í Argja kirkju og segði millum annað:
“Henda hátíðardagin hjá Argja kirkju er tað mær ein heiður sum biskupur Føroya at bera eina kvøðu til 4 kirkjutænarar við Argja kirkju, sum hava tænt her, síðan kirkjan varð vígd 4. sunnudag í advent 1974 – burtursæð frá tí eina, sum byrjaði stutt seinni. Talan er um:
Alfred Hansen, byrjaði sum klokkari í 1974.
Henry Debes Joensen, sum byrjaði sum deknur og urguleikari í 1974. Í 1996 gavst Henry at spæla urgu men helt á sum deknur.
Heri Tróndheim, sum byrjaði sum deknur og urguleikari í 1974. Í 1976 gavst Heri at lesa lestur men helt á sum urguleikari.
Gunnar Reynslág, sum byrjaði sum deknur í 1976.
Góðu tit, Alfred, Henry, Heri og Gunnar! Hjartaliga takk fyri trúgva og góða tænastu øll hesi ár.
Uttan Gud verður eingin signing, men uttan tænarar verður eingin tænasta!
Takk fyri tykkara ídni og nærlagni øll hesi ár sunnudag eftir sunnudag. Serliga er tað til gudstænasturnar, har vit hava sæð tykkum, men eisini til jarðarferðir og aðrar tænastur.
Sum kirkja okkara er skipað verður arbeiðið hjá kirkjutænarum vanliga gjørt sum sjálvboðin tænasta. Á Argjum hevur so at siga alt arbeiðið verið gjørt ólønt! Eisini vaskiarbeiðið, ið er ein stór og trúføst tænasta!
Eg vil nú heita á tykkum 4 um at koma upp higar á kórsgáttina, so vil formaðurin í kirkjuráðnum, Bjartur Dalsgarð, handa tykkum eina gávu, sum vit vilja biðja tykkum pakka út, so vit øll síggja.”
===
Tá ið Sonja Klein virkandi dómpróstur lá á knæ við altarið framman Harrans ásjón, meðan biðisløgini ljóðaðu, var tað stilt og kvirt. Kvirran, tøgnin og tøkkin.
Myndir: Jógvan Reynslág
Orð: JF.
Onnur tíðindi