Skriva út

24 tímar

25.11.2024 Tíðindi
Armgard

Døgnið hevur enn bara 24 tímar og 1440 minuttir, men vit vildu fegin havt enn meira tíð.

Vit siga, at vit geva tíðini gætur, hava fingurin á pulsinum, tíð er pengar, tíðin kemur ikki aftur, løtan gleppur okkum av hondum, so var hennara tíð komin.

Fyrr hekk klokka í hvørjari stovu og tú hoyrdi hennara tikk takk og  tímasløgini. Tú kendi taktfasta pulsin í døgninum, so at siga.

Vit hava speedað alt upp, so sjálvt málið endurspeglar okkara skjóta puls. Vit speed deyta, eta fast food, quick fix. Alt skal ganga við tí rúkandi ferð.

Vit eru effektiv og innovativ og skulu vera besta útgáva av okkum sjálvum (!)

Adventin er beint við, tíðin tá vit bíða og fyrireika okkum til tað verður jól. Men har vit ætlaðu at skunda okkum spakuliga, hendi tað øvugta, vit enda við at renna um kapp við tíðina.

Adventin gevur okkum nógv at hugsa um. Eri eg bara eitt fon í alheiminum ella havi eg ein týdning í stóra høpinum? Kann eg vinna á tí ónda við tí góða? Sigrar tað góða altíð? Bíðar nakað á jólum í stóra frælsisboðskapinum, sum kann bera meg ígjøgnum komandi dagarnar?

Advent og jól eru ein deilig tíð. Vit hugsa um alt tað góða, vit vilja gera, so alt er heitt, reytt og hjartaligt. Baka og keypa gávur, kertuljós og perur lýsa vakurt myrku vetrarkvøldini.

Tónleikur og handilsbløð sannføra okkum um, at alt hetta hava vit, “so tíni jól og gávur verða fullkomin og jólagleðin kemur”. Og alt er miðsavnað  jólaaftan, so tá gávur eru pakkaðar upp og glað barnaeygu sovna, tá eru jólini næstan liðug, men tað er nú tey veruliga byrja.

Jólaevangeliið byrjar “factum est”, sum merkir at tað veruliga hendi. Hendi tá og hendir nú. Hendir tá menniskjað fær lagt í hendurnar gávuna, sum sigur : “Gott nokk eri ein lítil pakki, lítið barn á eini 2960 gr, óvaskað í lítlum fjósi hjá onkrum bónda, har tað luktar av blóði og seyði og vátum hoyggi, men eg eri jólagleðin”, sum føddist tá og føðist enn, tá vit hugtung ella ørkymlaði ivast í alt og øllum.

Í hesum døgum í 2024 er mann við at kvalast av at hoyra og síggja kríggj. Svakir, ráðaríkir menn, sum halda, at teir kunnu bróta hús og gøtur, fáa smá børn at gráta og vaksin at ørmaktast í hesum ræðuleika. Heimsins leiðarar, sum hava so stórt vald á okkum øllum, hava ongi vøkur og mergjað orð, men bert atfinningarsom, happandi og niðrandi orð móti hvørjum øðrum.Teir vita ikki, hvussu illa teir skulu ræða  og hótta okkum. Hvør er vinur og hvør er fíggindi, hvat er rætt og rangt og tíðin gongur við at sorla og drepa og ræða.

Hvar skulu vit fara við okkara tonkum? Í skundmikla degnum har tikk takk er loyst av tik tok við einum endaleysum floymi av myndum og orðum, sum gera, at vit ikki kunnu miðsavna okkum, tí fjáltur er á okkum.

Men lítla, nakna barnið, sum føddist tá, er friðarhøvdingin og hann hevur bara tínar og mínar hendur. Hann varð ikki verandi í krubbuni, men vaks seg til mann og segði: “óttast ikki”!

Hann var ultimativi influensarin, sum enn í dag hevur fleiri milliardir fylgjarar, sum liva av hansara orðum, tí tey eru livandi.