Skriva út

21. s. e. tríeindardag 2018 Jóhannes 4,46-53.

21.10.2018 Tíðindi
21. s. e. tríeindardag 2018 
Jóhannes 4,46-53.

Inngangur:
Tað er mikið gleðiligt at vitja Hafnafjarðar kirkju í dag saman við trimum føroyskum sóknarprestum. Í mai 2016 vóru allir føroysku prestarnir á námsferð í Íslandi, og tá fingu vit miklan blíðskap frá Hafnafjarðar kirkju, próstinum, sóknarprestinum og kirkjunnar tænarum. Takk fyri tað, frændir okkara í Hafnafirði.

Í nógv ár hava vit bygt eitt gott og burðardygt samband millum ta føroysku og íslendsku kirkjuna. Gunntórur Ingason, gamli prestur tykkara, ið nú er á biskupsstovuni í Reykjavík, hevur gingið á odda. Honum við lið hava verið mong góð fólk, prósturin Tórhildur, biskupurin Kristian Valur, sum nú ger tænastu við altarið saman við sóknarprestinum, og Biskupur Íslands, Agnes Sigurðardóttir.

Samskifti við sóknarprestin Jón Helga Tórarinssson hevur verið gott. Vit kundu merkja andan og tónan, at vit komu at kenna okkum vælkomin. Takk fyri tað Jón Helgi og takk til tíni samstarvsfólk. Og takk til kirkjufólki á hesum degi.

At liva burðardygt.
Lívsins avbjóðing er altíð størri enn tað, ið hoyrist og sæst. Tað, ið bilgist okkum í barmi, er myndandi fyri gerandisdagin og innihaldið. Onkuntíð nýta vit myndir til tess at lýsa hjartans heitu kenslur. Tað góða og vakra verður avmyndað við unniligum og heitum myndum, t.d. einum hjarta. Tað illa og ljóta hevur aðrar ímyndir, t.d. ein knýttur nevi.

Í nútíðar teldusamskifti er tað rættiliga vanligt, at vit nýta symbol til tess at siga okkara áskoðan og meining. Tað er ikki altíð neyðugt við mongum orðum ella einum langum teksti. Eitt symbol er meira enn eitt symbol, tí tað sipar til eitt ávíst innihald. Í sær sjálvum eru myndirnar avmarkaðar, men innihaldið aftan fyri myndirnar gevur teimum lív. Eitt symbol er avmyndin av einum innihaldi.

At kenslurnar hava týdning fyri lívið og avgera, hvussu vit hátta okkum, er alkent. Vit gleðast og fegnast, tá ið huglagið er ljóst og ljódligt. Aðrar løtur gongur ikki til vildar, – vit eru móð, kedd og hingið verður við høvdinum. Vit gráta og syrgja, tá ið sorgin vitjar, og tárini væta kinnarnar.

Tað er eitt samspæl millum ytri viðurskifti og okkara sálarstøðu. Tað gongur báðar vegir, og tað innara og tað ytra ávirka hvørt annað. Svá er tað bæði í teimum verðsligu og andaligu viðurskiftunum.

Eisini trúgvin og trúarinnar gleði letur seg ávirka av umstøðunum rundan um okkum. Hóast Guð er Guð, um land alt legðist oyði, hóast Guð er Guð, um menniskjan øll doyði, sum tann norski sálmurin hjá Peter Dass sigur í føroyskari umseting, so verða vit ávirkað av ytri umstøðum. Trúarinnar haldgóði grundvøllur kennist ikki altíð eins dyggur innaní okkum. Viðhvørt eru vit í neyð og kenna okkum hjálparleys, hóast vit trúgva á lívsins Guð, skapara himins og jarðar.

Tað eru skiftandi umstøður, ið leiða og føra okkum til Jesus. Allir vegir føra til Róm, sigur eitt gamalt orðatak. Á sama hátt kunnu vit søkja ásjón Guðs undir øllum hugsandi umstøðum. Guð, ið er ævigur og uttan tíð og stað, letur seg finna í tíðini á heilagum støðum ella mitt í tímiliga gerandisdegi hins einstaka.

Á hesum sinni sigur Jóhannes evangelistur søguna um ein sjúkan drong, ið er sonur kongsmannin í Kapernaum. At sonurin er álvarsama sjúkur leiðir pápan til Jesus, tí hann, ið er lækni teirra sjúku, hevur áhuga í vælveru og lívi hins einstaka. Jesus er í nærveru hjástaddur í tilveruni, hóast hann er ævigur alt frá upphavi.

Jesus hevði vitjað syðri í landinum, og nú var hann komin norður aftur til Kána í Galileu. Áður hevur evangelisturin sagt frá vitjan Jesu í Jerúsalem um páskirnar, har mong trúðu á navn hansara, tá ið tey sóu tekin hansara, sum hann gjørdi.

Tað var eisini í Kána, at Jesus gjørdi vatn til vín, eftir at eitt nýgift par var í uppisetri, tí vínið gekk undan. Frásøgnin um vínundurið endar við hesum orðum: “Hesa byrjan av teknum sínum gjørdi Jesus í Kána í Galileu og opinberaði dýrd sína, og lærusveinar hansara trúðu á hann.” (2,11).

Eitt tekin er sostatt meira enn tað, at vatn verður vín. At vatn verður vín er ein opinbering av tí kraft, ið liggur aftanfyri tekini og fremur tekini. Talan er um eina opinbering av Guðs dýrd.

Kongsmaðurin í Kapernaum hoyrdi, at Jesus var komin frá Júdeu til Galileu. Hann hevur hoyrt tær góðu og lívsjáttandi søgurnar um kraftargerðir og undurverk. Nú kemur hann í síni dýrasti neyð til Jesus. Sonurin var álvarsliga sjúkur, ja lá at doyggja.

Kærleiki foreldranna til børnini er óavmarkaður, ja gingið verður ígjøgnum heilt, um hildið verður, at tað hjálpir. Kongsmaðurin bað Jesus koma oman og vitja teirra øki og gera sonin frískan.

Í svarinum hjá Jesusi liggur nakað av frástøðu, møguliga ein broddur. “Síggja tit ikki tekin og undurgerningar, vilja tit ikki trúgva.” Kongsmaðurin lat seg ikki forða av svarinum, ið Jesus gav. Hann helt fram at biðja um hjálp. “Harri, kom oman, áðrenn barn mítt doyr!”

So komu orðini, ið gjørdu allan munin. Far tú heimaftur, sonur tín lívir. Áhugavert er tað, at Jesus nýtir sagnorðið at liva. Kongsmaðurin trúði Jesusi og fór avstað.

Ávegis heim verður hann møttur av húskøllum sínum. Teir bera tey góðu tíðindi, at sonur hansara var á lívi. Í samrøðuni verður staðfest, at sonurin varð grøddur í sama tíma, sum Jesus hevði sagt: “Far tú, sonur tín livir.”

Frásøgnin er eitt undur, ið verður útint í frástøðu. Eitt skapandi orð eins og á lívsins morgni. Guð segði, og so var tað. Verði ljós, og tað var ljós. Sonur tín er frískur, og sonurin gjørdist frískur.

At sonurin livir er eitt sterkari orð enn tað at vera frískur. At liva er meira enn at vera frískur, tí vit kunnu vera frísk og samstundis kenna, at lívið er avmarkað, fjøtrað og bundið. Hjá Jesusi ber orðið at liva í sær eina lívskraft, ið hevur vunnið á deyðans hóttandi kreftum.

Lívið er í evangeliunum hjá Jóhannesi ein lívskraft í nútíðini og í tí komandi og æviga lívinum. Tað æviga lívið er komið inn í tíðina. Tað æviga lívið er at kenna hin eina sanna Guð og tann, ið hann sendi, Jesus Krist.

Tað æviga lívið er lutur menniskjans í trúnni á Jesus Krist. Júst hesin máttur gevur áræði og styrki at taka lut í Guðs egnu endurskapan, so vit fara væl um okkara egna lív. Hin einstaki kristni eigur ikki at hava nóg mikið við sína egnu trúgv. Hin kristna kirkjan eigur at fara væl um lívið hjá medmenniskjum okkara og ansa væl eftir “móður jørð”. Vit mega ikki darva ella dálka, skemma ella oyða tað lív, ið Guð hevur skapað upphavsins morgun.

Tey tvey fyrstu tekini í Jóhannesar evangelium vísa tvey ymisk fyribrigdi. Vit síggja eina útvíðkan, eina menning ella eitt stig longur fram á leið. At gera vatn til vín er ein opinbering av Guðs dýrd, tað at dýrdargera Guðs navn.

Tað næsta tekini er fráboðan Jesu um, at ein ungur drongur, ið lá at doyggja, livir. Hetta tekini peikar longur út ella longur fram. Tað at drongurin verður lektur vísir til sjálvt lívið, sum Jesus gevur, tað æviga lívið.

Tað næsta tekini stendur í lívsins tænastu, tað er lívsjáttandi og fremur tað góða. Tað góða er Guðs gáva, og lívsins gáva er at liva og gagna lívinum.

Vit, ið hava fingið lut í tí æviga lívinum og liva ta kristnu trúnna gerandis og heilagt. Tað er okkara uppgáva at geva lívinum bestu umstøður at liva og yvirliva. Vit kunnu koma til Jesus við øllum okkara trupulleikum og avbjóðingum, eisini tí ábyrgd, ið gjørdist okkara, at vit eru forvaltara av Guðs góða skapanarverki.

Í hesum døgum verður ein ráðstevna um umhvørvismál hildin í Reykjavík við serligum atliti at støðuni í Artiska økinum. Okkara ábyrgd er at geva komandi ættarliðunum eitt burðardygt og liviligt lívsgrundarlag.

Seinnapartin í dag eri eg sum Føroyabiskupur – saman við fýra leiðandi norðurlendskum biskupum – við í einum pallborði á Ringborði Norðurslóðana, Artic Circle Assembly, sum verður hildið í Harpuni í Reykjavík. Álvarsom og avbjóðandi umhvørvismál eru á skránni. Hvussu møtir føroyska kirkjan hesi avbjóðing, ið er at fara væl um skapanarverkið?

Hjá okkum føroyingum er sjógvurin grundarlagið undir tilveruni, so vit mega standa á varðhaldi og stríðast fyri, at havið framhaldandi er reint og lívfrøðiliga burðardygt. Tað sama gera íslendingar, sum í øldir hava havt sama lívsstarv sum føroyingar. At Føroyar og Ísland hava havt somu fortreytir og lívskor ger, at vit skilja hvør annan og fáa við treysti og vinskapi styrki og gleði hvør frá øðrum. Tann kristna trúgvin eggjar okkum til hetta nú sum áður.

Vit skulu liva í og virka í Guðs skapandi kraft. Vit mega gagnnýta megina í Jesu gerningi, hansara lívskraft og endurskapan. Sum forvaltara mega vit vera vakin og lata røddina ljóða boðandi og ávarandi, so menniskjan ikki verður menniskjans egni fíggindi. Útvinna vit ráevnini í jørðini uttan fyrilit, og hugsa vit ikki um tað fjøltáttaða lívið í náttúruni, eru útlitini fyri framtíðini døpur og ræðandi.

Vit mega taka ábyrgd av jørðini, havinum og luftini, so umhvørvið er reint og kann verða karmur um lívið og lívsgrundarlagið hjá óføddum ættum. Vit mega steðga óskynsamari atferð, ið kann hótta lívið og avmarka umstøður lívsins. Vit mega ikki dálka havið, eitra luftina við útláti ella útnytta jørðina uttan fyrilit.

Vit eiga sum kristin at vera hvør øðrum eitt tekin um Guðs góðsku og skapan. Vit mega dýrdargera Guðs navn, hann, ið skapaði himmal og jørð. Jesus, ið er lívsins sanna grundarlag við endurskapan og lívi.

Dýrd veri Guði, faðiri, syni og heilagum anda í Jesu navni. Amen.

Latum okkum við ápostlunum ynskja hvør øðrum: Harrans Jesu Krist náði og kærleiki Guðs og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum. Amen.