Skriva út

2013 eitt gott ár hjá Fólkakirkjuni

09.01.2014 Tíðindi
2013 eitt gott ár hjá Fólkakirkjuni

Um jólini setti Snorri Brend, journalistur, kirkjum og samkomum nakrar spurningar, ið hava staðið á www.portal.fo. Nú verða spurningarnir, ið settir vórðu biskupi, lagdir út á heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni saman við svarinum.

* Hvussu hevur 2013 verið í tínari kirkju
Árið 2013 hevur verið eitt gott ár hjá Fólkakirkjuni bæði við atliti at innihaldi og fyrisiting.

A: Innihaldið í virksemi Fólkakirkjunnar er at boða gleðiboðskapin um Jesus í orðum, sakramentum og verki. Vit hava roynt at gera okkara besta og vóna, at gerningurin gevur úrslit í Guðs tíma menniskjum til signingar, trúgv og frelsu og Guði til heiðurs og æru.

B: Fyrisitingarliga hevur gingið væl við opinleika og gjøgnumskygni. Smærri ósemjur ella frávíkjandi áskoðanir hava verið í stakførum, men alt er loksins loyst í góðum anda. Í Fólkakirkjuni hava vit frælsi at hugsa, tala og skriva. Alt sakini at frama til tess at náa eitt gott úrslit.

* Hvat hevur verið gott í 2013
Øll embætið eru mannað. Lunnar eru lagdir undir Suðurstreymoyar norðara prestagjald (Hoyvík og Kaldbak). Eitt nýtt starv er skipað á Fróðskaparsetri Føroya, eitt lektorat í kirkjusøgu, har Fólkakirkjan rindar 49% av kostnaðinum. Hetta starvið kemur at menna prestarnar og tað kirkjuliga landslagið fakliga. Kirkjuráðsvalið gekk avbera væl.
At kirkjurnar hava tað gott. At vit eiga dugnalig kirkjuráð um alt landið og trúgvar og nærlagdar tænarar.
Tað besta er eyðvitað, at orðið verður boðað, og at boðskapurin um Jesus altíð er nýggjur og máttmikil, so menniskju finna friðin og hvíldina í trúnni á Jesus.

* Hvat hevur verið minni gott í 2013
Viðhvørt gerast smámál stórmál, so tey fylla alt ov mikið. Í eini stórari kirkju ræður um at halda seg til sítt egna málsøki og lata onnur avgreiða tað, ið teimum er tillutað. Júst her í breiðum samstarvi (eitt toymi) við neyvari ábyrgd av ávísum øki eru vit ikki komin á mál, hóast framstig eru gjørd.

* Hvat eiga vit at minnast til/ikki gloyma um jólini?
At ikki øllum gekst væl í 2013. Sorg og saknur við deyða ella fráferð. Sjúka ella annar bági. Vit eiga onkursvegna at hava hetta í huga og eftir førimuni vera hjástødd í rúmi og tíð. Vit eiga at minnast, at tey smáu tingini eru kjarnin í tilveruni, eins og døggdropin endurspeglar sólarljóman allan.

* Ynskir fyri 2014?
Ynski inniliga at 2014 verður eitt gott ár hjá fólkinum, hinum einstaka og øllum. Hugsi um heilsu, arbeiði og trivnað. Kirkjuliga verður ynskt, at tann góði andin millum kristnu kirkjurnar og samkomurnar má mennast og vaksa, so Jesu bøn gongur út, og heimurin sær, at Jesus er sendur av Guði. Tá ið tað verður veruleiki, byrjar ein nýggj tíð, har allar kirkjur og samkomur fáa tað gott og betri. Tann dagin, Kristus er alt í øllum.

JF