20 ára føðingardagur hjá Fríðrikskirkjuni.
2. desember 2014
20 ára føðingardagur hjá Fríðrikskirkjuni.
1. sunnudag í advent er føðingardagur hjá Fríðrikskirkjuni. Í ár eru tað 20 ár síðani kirkjan varð vígt tann 27 november 1994.
Í hesum sambandi vildi kirkjuráðið markera dagin, tí var bjóðað til morgunmat í kirkjuni, har eitt vældekka morgunmatarborð stóð klárt, og sjálvandi tá ið føðingardagur er, var eisini lagkøka at fáa.
Til morgunsamlingina helt formaðurin fyri kirkjuráðið Ólavur Magnussen eina talu, har hann segði:
Góðu kirkjufólk hjartaliga tillukku við 20 ára føðingardegnum hjá Fríðrikskirkjuni, kirkjuni hjá okkum øllum.
Gleðiligt og stuttligt er at síggja tykkum øll her í morgun bæði stór, smá, gomul og ung. Tað er mín vón, at tit øll føla tykkum væl, at tit føla tykkum heima. Og lat meg siga í øllum kærleika, at tú altíð skalt vera hjartaliga vælkomin í Guds hús, sum boðar um Gud, sum hevur alt gott til ein og hvønn í øllum lívsins støðum.
Tað at byggja kirkjuna var eitt ódnartak, men tað gekk bæði skjótt og væl, og eru vit takksom fyri, at vit eiga eina stóra vælvirkandi kirkju, sum í tí dagliga fær eina hjálpandi hond frá nógvum fólkum úr bygdunum.
Vit í kirkjuráðnum siga øllum eina hjartans tøkk og biðja Jesus vælsigna hvønn einstakan.
Hin 27. nov. 1994 1. s. í advent varð Fríðrikskirkjan vígd av Hans Jacob Joensen biskupi. Áðrenn sjálva vígsluna lósu fýra prestar hvør sítt stykki úr Bíbliuni, og nevni eg her tað seinasta.
Hebr. 10, 23 – 25. Latum okkum halda óvikuliga fast við játtingina av vón okkara; tí at trúfastur er tann, sum fyrijáttanina hevur givið; og latum okkum geva gætur hvør eftir øðrum, so at vit birta hvør undir annan til kærleika og góðar gerningar, og ikki skilja okkum frá okkara egnu samkoming, soleiðis sum siður er hjá summum, men áminna hvør annan; og hetta so mikið meira, sum tit síggja, at dagurin nærkast.
Loyvi mær her, á 20 ára degnum, at endurgeva nakað av tí biskupur segði, tá ið hann vígdi kirkjuna.
” Kirkjan er eisini kirkjuhúsið. Tað eru tey, sum vilja gera týðiligan skilna millum kirkjuna sum Guds fólk og kirkjuhúsið; og ivaleyst kann tað vera nakað um tað, men eisini her eiga vit at vera varin. Tí máa vit støðið undan kirkjuni sum Guds húsi burturav, tá kann eisini skjótt annað fara fyri skjeytið, sum vit í longdini ikki tola at missa.
Virðingin fyri kirkjuni, sum gudshúsinum í bygdini, er partur av tí arvi, sum vit fingu frá fedrunum. Tað er henda arv, vit vilja halda fast um; og sum vit í dag lata víðari til komandi ættarlið, nú vit víga hetta húsið til tað brúk, tað er ætlað, sum kirkja og sum kirkjurnar her hjá okkum í øldir hava verið nýttar til. Og eg ivist onga løtu í, at tann dag kirkjan ikki longur er húsið fram um øll onnur í bygdini, tá eru vit vorðin fátækari enn vit vóru, hvussu rík vit annars eru.
So vígdi biskupur húsið í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans. Lýsti Guds vælsignilsi yvir kirkjumúrarnar, prædikustól, altarborð og skírnarfunt. Halgaði rúmið og skilti tað frá øllum heimsins larmi og levnaði, so at Guds heilaga navn skal búgva í tí, so at húsið verður eitt Guds hús og forgarður til himmalin. ”
Fyri 20 árum síðani vóru tað tey, sum tá vóru uppi á døgum, sum høvdu ábyrgdina av at kirkjan var eitt Guds hús og forgarður til himmalsin. Í dag er tað okkara ábyrgd. Gud hjálpi okkum at røkja hesa ábyrgd við eyðmýkt, ídni og gudsótta, so vit, sum nú eru børn, ung, vaksin ella gomul og komandi ættir mugu fáa at kenna, at hetta er eitt Guds hús og forgarður himmalsins. At Jesus má geva okkum góðar og ídnar orðsins boðarar, og at hann má leggja ein longsul í hjørtuni eftir at samlast í Guds húsi.
Jesus vælsigni kirkju sína her hjá okkum og um allan heim.
Eftir morgunmatin varð farið í kirkju, har Meinhard Bjartalíð, prestur prædikaði, kirkjukórið sang, og so var eisini ein søga til børnini.
Ein væleydnaður dagur.
Sí fleiri myndir: