Skriva út
17.050,- krónur!
08.02.2017 Tíðindi
Leygarkvøldið 4. februar 2017 var ein stuðulskonsert til frama fyri Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Hoyvíkar Kirkju. Gospelkórið Adtineo og Jens Lisberg v/bólki sungu og spældu. Konsertin var ókeypis, men høvi var at lata eina peningagávu til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.
Adtineo er eitt gospelkór, sum heldur til í Hoyvíkar Kirkju. Kórið hevur nøkur á á bakið og er undir leiðslu av Thomas Thomsen. Kórið syngur andaligar sangir, bæði stillar og inniligar eins væl og lívligar sangir við íblástri frá kendum gospelkórum uttanlands. Dentur verður lagdur á góðan og glaðan sang við undirspæli.
Jens Lisberg er væl kendur í Føroyum sum countrysangari, og hann hevur í mong ár framført countrytónleik til mong ymisk tiltøk, harundir nógvar stuðulskonsertir fyri vælgerandi endamál.
Hansara sangir á konsertini kunnu flokkast sum country/gospel. Talan er um andaligar sangir, sum verða framførdir við serligum íblástri frá countrytónleikinum. Afturat sær hevur hann ein bólk av dugnaligum tónleikarum.
Allar útreiðslurnar av tiltakinum vóru fíggjaðar av sponsorum. Innsavnaði peningurin, tær 17.050,- krónur, er óskerdur fluttur til Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í Danmark.
Biskupur takkar fyri eitt sera gott kvøld við góðum sangi, tónleiki og boðskapinum um Jesus. Ein hugnalig og gevandi løta. Vit fóru heimaftur kveikt, stimbrað og glað í sinni til tann gerning, ið gjørdist okkara.
JF.
Onnur tíðindi