Skriva út
150 ára hátíðardagur í Nólsoy
06.08.2013 Tíðindi
Sunnudagin 10.s.e.trin, 4. august var sannur hátíðardagur í Nólsoy.
2. august vóru 150 ár liðin síðani kirkjan varð vígd.
Kirkjuráðið hevði fyrireikað seg væl til hátíðardagin. Byrjað varð við gudstænastu kl.11.00. Biskupur prædikaði og dómprósturin bar fram heilsu. Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, og borgarstjórin, Heðin Mortensen, vóru eisini við til hátíðarhaldið. Eisini vóru prestarnir Sonja Klein, Heri Joensen, Marjun Lómaklett, Elsa Funding, Kjartan Mørkøre og Bjarni Bæk.
Kirkjan var meir enn fullsett og sálmasongurin ljómaði væl og vakurt.
Undir gudstænastuni varð eisini førd fram ein kantata. Hetta var ein frumframførslu.
Skaldakvinnan Johanna Maria Skylv Hansen (1877-1974) hevði skrivað orðini: Kirkjan á tanga, og Leif Hansen, urguleikari og tónaskald, hevði skrivað tónleikin. Kantatan varð framførd eftir prædikuna av einum serligum kantatukóri við nólsoyingum og Leif Hansen sum kórleiðara – gott 30 í tali: sera vakurt, hátíðarliga og vakurt borið fram. Tað má av sonnum sigast, at hetta var væl gjørt av kórleiðara, sangarum og tónleikarum.
Eftir døgurðan var framsýning av gomlum myndum og lutum úr kirkjuni m.a. eitt áhugavert modell av kirkjuni. Framsýningin var í missiónshúsinum.
Seinnapartin var gudstænasta við altargongd við Sonju Klein og Una Næs. Eftir gudstænastuna vórðu øll boðin í missiónshúsið til ein góðan drekkamunn.
Tað er at fegnast um, at fólkið hevur hildið og umsitið kirkjuna so væl. Ábøtur eru gjørdar gjøgnum árini, og til hátíðardagin varð nýtt klæði lagt á altarið, knæfallið, fótskøruna, prædikustólin, og doypifuntin. Eisini var nýggjur vakur altardúkar gjørdur og tikin i brúk henda dagin, sum Una Hansen, deknur, hevur tilevnað.
Kirkjuliðnum verður ynskt hjartaliga tillukku við hátíðardegnum, og góða tøkk eigur kirkjuráðið og kirkjutænarar og fólkið í Nólsoy fyri gott hátíðarhald.
Guð signi fólkið og kirkjuna.
un
Onnur tíðindi