Skriva út

125 ár í Skopun

16.12.2022 Tíðindi
Kirkja Og Elisabeth

Kirkjan legði lunnar undir mítt gudsbarnalív.
- Skopunar kirkja hevur altíð verið mær so kær. Sum barn skilti eg kanska ikki so nógv av orðinum sum bleiv boðað, men henda fjálga og hátíðarliga kenslan bara at sita í kirkjuni, gjørdi mær so gott, sigur Elisabeth Leo úr Skopun

Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Mynd: Kvf.fo

Skopun: - Tað ljóðar kanska løgið, men eg og Irdi hildu, at tað var synd, um kirkjan stongdi, tí ongin deknur var. Og soleiðis gjørdust vit báðar deknar.

Ein av teimum, sum hátíðarhelt 125 ára dagin hjá Skopunar kirkju sunnudagin var Elisabeth Leo í Skopun. Gudstænastan var annars, øll sum hon var, send í sjónvarpinum sama dag.

Elisabeth hevur áður greitt frá, at hon fyrst var vald í kirkjuráðið. Tað gekk kortini ikki long tíð, til tey stóðu og manglaðu ein dekn. Og tað var her, at ein onnur kvinna, Irdi Mittelstein spurdi um hon hevði áhuga at taka við hesi tænastuni. Hon so gjørdi.
- Tað at standa frammanfyri eini mannamúgvu og tala var ikki ókent fyri meg. Eg eri virkin í missiónshúsinum í bygdini, og tali eisini har.

- Men eg má viðganga, at eg var eitt sindur nervøs í fyrstuni, hevur Elisabeth áður greitt frá.

Sunnudagin hevði kirkjufólkið í Skopun og gestir aðrastaðni frá høvið at hátíðarhalda, at kirkjan hevði 125 ára føðingardag. Nógv var gjørt burturúr, bæði við tónleiki og kórsangi.

Mong mundu eisini fegnast um, at bæði verandi prestur, Havstein Klein og ein fyrrverandi prestur í oynni, Jákup Reinert Hansen sungu við kórinum.



Pliktarbeiði fyri kirkjuna
Um Skopunar kirkju verður sagt, at tað gingu meiri enn trý ár, frá tí at tann fyrsta kostnaðarmetingin av byggingini av Skopunar kirkju varð send, til hon var vígd 17. oktober í 1897.

Byggingin byrjaði, tá sóknarpresturin á Sandi, Jørgen Christian Falk Rønne, í 1894 sendi eina fyribils kostnaðarætlan til Færø Amts Kirkeinspektion í samband við bygging av nýggjari kirkju í Skopun.

Í tí, ið verður sagt um kirkjuna stendur, at við hesari kostnaðarætlan varð gingið út frá, at stýrið fyri kirkjukassan læt til Skopunar kirkju tað, ið nýtast kundi av tí gomlu trækirkjuni í Vestmanna, sum um hetta mundið skuldi takast niður.
Rønne prestur gjørdi sítt til at byggingin kom ígongd, tí skopuningar vildu fegnir hava egna kirkju og vóru eisini sinnaðir at gera nógv sokallað pliktarbeiði, ella ókeypis arbeiði í samband við byggingina. Og út ímóti jólum sama ár fóru teir so smátt ígongd, sjálvt um endaligu loyvini ikki vóru givin.

24. februar 1895 legði amtmaðurin grundarsteinin til Skopunar kirkju, men seinni kom stígur í arbeiðið við kirkjuni. Men 14. september 1897 skrivaðu Petur Arge úr Havn og Jóhan Hendrik Poulsen úr Skopun sýnsfrágreiðing, har teir váttaðu at kirkjan var bygd eftir fyriliggjandi ætlan.

Hon var laðað úr gróti og pussað uttan við sementi. Innan var hon klødd við viði, og ístaðin fyri tróður undir sperrunum var smíðað hválv úr brettum. Kirkjan var 20 alin long umframt kórið, sum var 5 alin langt, 13 alin breið og 5 alin høg.

Kirkjan varð bygd út í 1960, og endurvígd 25. juni 1961, tá kirkjuráðið somuleiðis tók avgerð um at taka ta nýggju føroysku sálmabókin í nýtslu.

Lunnar lagdir
Fyri Elisabeth Leo er eingin ivi um, at kirkjan altíð hevur havt nógv at siga fyri hana – í dag, eins og tað var, tá hon var yngri.

-  Í Fámjin, sum er mín heimbygd gekk eg nógv í kirkju við abba mínum, og eisini við pápa, tá hann var heima.

- Ja, eg gekk eisini nógv í kirkju, tá eg var og vitjaði ommu mína í Sumba. Tá skilti eg kanska ikki so nógv av orðinum sum bleiv boðað, men henda fjálga og hátíðarliga kenslan bara at sita í kirkjuni, gjørdi mær so gott, greiðir hon frá.

Tað, sum tó man hava havt størstan týdning fyri Elisabeth, sum eisini er deknur í Skopunar kirkju, eru ”fylgjurnar” av soleiðis at ganga regluliga í kirkju.

- Her blivu lunnar lagdir undir mítt gudsbarnalív seinni í lívinum, vísir Elisabeth á.
- Vit, sum ganga í kirkju hava øll eina stóra ábyrgd av at biðja fyri kirkjuni, og fyri bispi, dómprósti, prestum, kirkjutænarum, kirkjuráðum og sjálvandi kirkjufólkinum, - og ikki minst fyri børnunum, sum vera borin fram í kirkjuni.

Stór ábyrgd
Elisabeth er, sum nevnt omanfyri ein av kirkjutænarunum við Skopunar kirkju. Síðani 1. januar 2018 hevur hon virkað sum deknur her.
Og hetta er ein tænasta, sum henni dámar væl. Men, sum hon sigur: - Tað fylgir ein stór ábyrgd við hesi tænastuni.

- Hetta ger seg millum annað galdandi, tá ein skal velja lestur og sangir, sum hóska til lesturin. Ein má jú vera væl fyrireikaður heimanífrá, fyri at kunna geva nakað dygdargott til kirkjufólkið, slær hon fast.

Hátíðardagin seinasta sunnudag var tað ein annar deknur, Nanna Zachariassen, sum las inngangsbøn og útgangsbøn, meðan Elisabeth var vanligt kirkjufólk í kirkjuni, og kundi her staðfesta, at 125 ára dagurin var sera væl eydnaður. Fyri henni, og hinum í kirkjuni var hetta ein hátíðarløta av teimum heilt stóru.

- Hugnaløtan aftaná við døgurða og søguligu frásøgnini um Skopunar kirkju uppi í Samljóð, var stak hugnalig. Kirkjuráðið fyri Skopunar kirkju skal hava eina stóra tøkk fyri henda dagin, sigur Elisabeth Leo at enda.

- - - -

Hevur tú hug at síggja alla hátíðargudstænastuna í Skopun, skalt tú bara trýsta her