11 biskupar á vitjan
Allir biskuparnir í donsku fólkakirkjuni vitja saman við biskupi Grønlands føroysku fólkakirkjuna í døgunum frá 19. – 24. oktober.
Biskuparnir í ríkinum eru saman nakrar ferðir árliga. Hetta styrkir fakliga førleikan og er mennandi fyri tað fólksliga og sosiala medvitið.
Tað gagnar tí grønlendsku og føroysku fólkakirkjuni at hava tøtt bond og virki samstarv við donsku fólkakirkjuna. Vit hava nakað at læra við atliti at fyrisiting og bygnaðarligum viðurskiftum. Ikki minst møguleikin til lærdan lestur og fjøltáttaða eftirútbúgving er kærkomin.
Hóast vit í allar mátar, bæði fyrisitingarliga og fíggjarliga, eru vorðin ein sjálvstøðug føroysk kirkja, hava vit valt at varðveita tað góða og gagnliga sambandið við donsku fólkakirkjuna.
Danska kirkjan hevur verið stórsinnað móti okkum, tað vóru jú vit, ið tóku málsøkið heim og valdu at fara. Hugsast kann, at kirkjufólkið og kirkjuráðini í Føroyum hava nakað at geva dønum. Vit eiga eitt virki leikfólk, ið fyri tað mesta tæna sjálvboðin.
Føroyska fólkakirkjan er runnin av somu rót sum tann danska, og fleiri sálmar og lestrar hava danskt jørðildi. Samstarvið er fyrimyndarliga gott, hóast vit samstundis víðka samstarvið við onnur lond og serliga tær norðurlendsku fólkakirkjurnar.
Allir teir fólkaræðisliga skipaðu partarnir í fólkakirkjuni hava varðveitt samstarvið við líknandi partar í donsku fólkakirkjuni. Vit kunnu t. d. nevna dómpróstin, Prestafelagið og Felagið fyri Kirkjuráðslimir.
Í sambandi við vitjanina prædika 5 av biskupunum í teimum føroysku kirkjunum kl. 11 komandi sunnudag, tann 20. oktober.
Havnar kirkja: Peter Skov-Jacoben, biskupur, og Uni Næs, dómpróstur.
Hoyvíkar kirkja: Peter Fisher Møller, biskupur, og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, sóknarprestur.
Sandavágs kirkja: Marianne Christiansen, biskupur, og Inga Poulsen Dam, sóknarprestur.
Fuglafjarðar kirkja: Elof Westergaard, biskupur, og Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur.
Vestur kirkjan / prædikan á grønlendskum: Sofie Petersen, biskupur, og Heri Jógvan Joensen, sóknarprestur.
JF