Skriva út

10-ára fagnaðarkonsert við kórinum í Christianskirkjuni

16.02.2022 Tíðindi
Kórið.jpg

Tann 10. januar í ár vóru 10 ár liðin, síðani Kórið í Christianskirkjuni varð stovnað, og hevði sína fyrstu venjing.

Kórið hevur frá byrjan verið sera virkið, og stórur partur av sangarunum hava verið við frá byrjan, umframt nýggir sangarir nú eisini eru við í kórinum.

Í hesum sambandi verður 10-ára fagnaðarkonsert í Christianskirkjuni komandi sunnukvøld, 20. februar kl. 20.00. Skráin er fjølbroytt, alt frá Capella til meiri lívligar sangir við klaverfylgispæli og trompet, umframt einstakir fosturlandssangir eisini verða sungnir - skráin er samansett av kórsatsum, sum kórið hevur sungið frá byrjan og fram til í dag.

Harafturat fer ein dupultkvartett, manna av sangarum úr kórinum at framføra tveir sangir.

Onkur felagssálmur verður eisini, og Øssur Kjølbro, prestur, hevur andakt.

Aftaná konsertina eru øll vælkomin til lagkøku og drekkamunn í kirkjukjallaranum.