Skriva út

Sørvágs kirkja

DSC09721.JPG

Í 1842 varð nýggj kirkja bygd, sum var 24 alin til longdar og 12 alin breið. Hon var úr timbri og hevði flagtekju og torn. Hesari kirkju var ikki langt lív lagað, tí náttina millum 7. og 8. januar 1886 fórst hon av óveðri.

Men sørvingar vóru skjótir í vendingini. Tí longu sama ár, við Dánjal Niclasen úr Sørvági sum formanni, reistu teir nýggja kirkju á sama stað.

Seinni er bygt afturat kirkjuni, so hon ídag er knappar 20m til longdar, 7.38m breið og knappar 7m høg. Afturatbyggingin var liðug at taka í nýtslu á páskum 1973.

"Hvør tann, sum setir seg sjálvan lágt eins og hetta barnið, hann er størstur í himmiríki."

Sagt hevur verið, at danski listamálarin Carl Bloch (1834-1890) skal hava málað altartalvuna, men hetta er ikki rætt. Carl Bloch málaði í 1873 altartalvumálningin "Kristus vælsignar eitt lítið barn" til Holbæks kirkju á Sælandi, sum myndlýsing til Lukas 18. kap. 17. Ørindi.

Málningurin í Sørvágs kirkju er ein eftirgerð. Tað var vanligt, at slík avrit vóru gjørd í 19. øld til altartalvur. Listamaðurin til eftirgerðina hjá Bloch var danin Gustav Vilhelm Blom.

Henda altartalvan kom í endurreistu kirkjuna, meðan í kirkjuni, sum var bygd í 1842, hekk tann gylti krossurin sum altatalva.

Í báðum førum var altarprýði fingið til vega av kirkjufólkunum.

Spír kom á kirkjuna í 1886, og var tað smíðað í Sørvági av Hans uppi í Lofti og Niels hjá Mortani. Upprunaligi vindvimpulin á spírinum hongur nú í forkirkjuni.

Til 100 ára haldið hjá kirkjuni var nýtt spír, gjørt úr rustfríum stáli í smiðuni hjá Dánjal Tavsen, sett á tornið.

Glyvrasnikkarin - Petur Jákup Hansen - gjørdi doypifuntin úr viði í 1882, til kirkjuna, sum stóð undan hesari. Hann er sekskantaður í erva og fóturin við, og í erva standa hesi merki (eitt á hvørji síðu): I, H, S, ið merkja: Jesus Homini Slavator, á føroskum: Jesus menniskjanna frelsari.

Doypifatið kom við doypifuntinum í 1882.

Doypifunturin er meinlíkur teim í Eiðis og Vágs kirkju. Teir hevur Jóhan Andr. Petersen ú Mikladali høgt úr gróti.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Egin kirkjusókn.

Kirkjuráðið

Samband

Susan Tavsen
Forkvinna

á Kelduni 11
380 Sørvágur
Tel. 33 22 27 / 26 53 57
T-postur hjá kirkjuráðnum: sorvags(at)kirkja.fo

Kirkjugongd er hvønn sunnu- & halgidag kl. 11.00.