Bergfríð Berg
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Bergfríð Berg er rituvíkingur og flutti fyri mongum árum síðan til Hvalbiar, hagan hennara maður John Sørin Berg er ættaður. Hon hevur nú í skjótt 40 ár hildið til í Hvalba. Bergfríð er fødd 3. mars í 1960.
-Vit møttust á eini legu hjá heimamissiónini í Leirvík í 1977. Vit giftust tvey ár seinni og fluttu suður. Eg var ung tá og hugsaði ikki so nógv um tað. Tað er okkurt, sum tú slett ikki skal hugsa um, um tú vil búgva í Hvalba. Eitt nú tunnellina. Um tú hugsar um hvussu smøl og vandamikil hon er, tá kann tú ikki búgva í Hvala, tá verður tú noydd at búgva onkra aðrastaðni. Vit hava gott ferðasamband til Suðuroyar í dag, vit hava eitt deiligt skip, men Smyril átti at siglt tríggjar ferðir um dagin, tað eri eg sannførd um. Tað vildi bøtt munandi um trivnaðin í Suðuroy.
-Vit eiga fýra børn, tríggjar døtur og ein son og vit hava fingið seks barnabørn. Eg var heima, tá ið børnini vóru smá og síðan fór eg at arbeiða á flakavirki. Seinni gjørdist eg heimahjálp og var í hesum starvinum í 18 ár. Maðurin hjá mær var sjómaður, men tá ið børnini vóru smá fór hann at arbeiða í landi. Hann vildi ikki vera frá børnunum. Ein dóttur býr í Leirvík og øll hini eru her suðuri.
-Eg havi verið deknur í hálvt annað ár. Eg varð spurd og segði eitt sindur ivandi ja, tí eg var rættuliga upptikin tá, men eg vildi royna. Vit hava ein mána ísenn og vit skiftast, um okkurt kemur upp í millum. Man má lesa væl uppá, onkuntíð fleiri ferðir, tað skyldi eg kirkjufólkinum.
-Eg havi ikki hug at flyta aftur úr Hvalba. Eg eri fallin til her og her er gott at vera. Suðuroyingar eru øðrvísi enn eysturoyingar. Eysturoyingar eru meira spakir.
"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.