Uppgávan hjá kirkjuráðnum
Kirkjuráðið skal saman við sóknarprestinum taka sær av kirkjuni sum bygningi og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini við at veita góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini, hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum, og tekur sær av dagliga rakstrinum av kirkjuni.
Aðrar uppgávur eru:
- at tryggja at kirkjan (bygningurin) er í góðum og nýtiligum standi
- at hava eftirlit við at økið rundan um kirkjuna er tignarligt
- at kalla fólk til tænastuna sum kirkjutænarar: deknur, urguleikari og klokkari
- at taka sær av tí praktiska við atliti at sosialari samveru (kaffi v.m)
- at áseta klokkutíðina fyri gudstænastuni sunnu- og halgidagar
- at áseta dagin, tá ið tey ungu verða fermd
- at góðkenna ta kirkjuligu skipanina (liturgi), ið nýtt verður á staðnum
- at avgera talvudagarnar, um ella tá ið samlað verður inn undir gudstænastuni
- at velja 4 limir í Próstadømisráðið og ein lim í Føroya Stiftsstjórn
- at velja sóknarprest/dómpróst og biskup
- at vera virkin samstarvspartnari hjá presti / dómprósti / biskupi og Mentamálaráðnum, t.d. umvegis Felagið fyri Kirkjuráðslimir.
Nógv orka verður løgd í fyrireiking, uppmøting til gudstænasturnar og tiltøkini í kirkjuni. Fleiri kirkjuráðslimir eru eisini kirkjutænarar.
Sóknarpresturin
Sóknarpresturin er føddur limur í kirkjuráðnum og tess vegna partur av einum størri toymi. Eitt gott samstarv millum sóknarprestin og kirkjuráðið er ein fortreyt fyri einum góðum og nøktandi úrsliti.
Sóknarpresturin er ikki stjóri hjá kirkjuráðnum. Hann (m/k) er hirði og tænari. Sum limur í kirkjuráðnum er hann serkønur í kirkjumálum.
Hvat er so kirkjuráðið ikki?
Kirkjuráðið er ikki
- arbeiðsgevari hjá sóknarprestinum
- eitt ráð, ið ásetur ella hevur eftirlit við læruni hjá fólkakirkjuni.
Sum skrivað stendur í kirkjulógunum: ”Sóknarprestur er í embætisvirksemi sínum, eisini tá talan er um boðan og privata sálarsorg, óheftur av kirkjuráðnum.”

